Sumbingar vilja hava ellisheimið

Sumbingar vóru mikudagin í Almanna - og Heilsumálaráðnum og handaðu landsstýrismanninum ein lista við undirskiriftum frá fólki í Sumbiar Sókn, sum bjóðar sær til at hýsa umtalaða ellisheiminum, sum ætlandi skal byggjast í Suðuroy

Sumbingar vilja fegnir hava ellisheimið, sum landsstýrið ætlar at byggja í Suðuroy, bygt í Sumbiar Kommunu. Tað søgdu teir landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, mikumorgunin.
Millum ferðafólkini við Smyrli úr Suðruoy til Havnar mikumorgunin vóru Rúni Lisberg og Torri Thomsen úr Sumba, sum fóru til Havnar at handa landsstýrismanninum góðar180 undirskriftir frá fólki í Sumbiar Kommunu, sum taka undir við, at umtalaða ellisheimið skal byggjast í kommununi.
?Vit báðir hava tikið stig til hetta, og at kalla hvørt mansbarn, sum hevur valrætt í kommununi, hevur skrivað undir listan, vit hava borið runt, sigur Rúni Lisberg.
Umleið 240 fólk hava valrætt í Sumbiar Kommunu, so tað, at teir hava fingið oman fyri 180 undirskriftir, halda teir vera rættiliga góða undirtøku. Tað vóru næstan bara tey, sum ikki eru heima, sum ikki skrivaðu undir áheitanina, sigur Rúni Lisberg.
Tað er eingin trupulleiki at vísa á grundstykki til ellisheimið, fortaldu teir landsstýrismanninum. Møguleiki er at byggja tað í øllum trimum bygdunum í kommununi, Sumba Lopra ella á Økrum. Tað er líkamikið hjá tiemum, sum hava skrivað undir. Tað, sum telur, er at fáa tað í kommununa og harvið tey arbeiðspláss, tað hevur við sær.
Tá Hans Pauli Strøm landsstýrismaður, tók í móti listanum við undirskriftunum, varð hann samstundis boðin at koma suður at hyggja at umstøðunum. Og tað segði hann seg fegin vilja.
Hann kundi sjálvandi ikki lova teimum, sum handaðu honum undirskriftirnar, nakað sum helst, men segði seg vera positivan fyri hugsanini.
Rúni Lisberg sigur, at teir hava bara havt ellisheimið í huganum, tá teir hava savnað hesar undeirskriftirnar. Alt hitt, sum annars er tengt upp í málið um ellisheimið - miðnámsskúli og støðutakan hjá øðrum kommunum í oynni viðvíkjandi honum - hava sumbingar yvirhøvur ikki tosað um.
?Tað, sum ræður um hjá okkum, er at fáa ellisheimið, og harvið alt tað virksemið, tað viðførir, í kommununa, sigur Rúni Lisberg.

Mynd - Handa undirskriftir
Myndatekstur:
Rúni Lisberg og Torri Thomsen úr Sumba hava tikið stig til at savna undirskriftir við áheitan á landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum um at byggja ellisheim í Sumbiar Kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang.