Í RYBERGS FÓTAFARI

Um Vágsbotn, Bringsnagøtu og føroyska blaðsøgu

eftir Hanus Kamban
????

Hugleiðingar tá nýggja miðlahúsið í Vágsbotni varð alment tikið í nýtslu

Fyri hálvari aðru øld síðani tók eitt tíðarskeið við í hesum oyggjum, har samfelagið læt dyrnar upp fyri tí einstaka og gav honum - og henni - frælsi til at royna sínar gávur og sína orku á øllum økjum, m.a. eisini tí handilsliga og mentunarliga. Frammanundan vóru møguleikarnir hjá tí einstaka nógv skerdir, og tann skipan, sum tá valdaði - við einaveldi í Danmark og - hjá teimum fátæku - giftingarforboði í Føroyum - var í summum lutum lík henni, sum í dag eyðkennir nøkur muslimsk lond. Tá ið so ognirnar hjá Tí Kongaliga Einahandlinum vórðu seldar á uppboði í 1856, vórðu tær keyptar av trimum privatum handilsfyritøkum: Siemsen, Skibsted og M.C. Restorff. Tvey pakkhús vóru tá í Vágsbotni, Nýggja Pakkhús, sum Siemsen keypti, og Gamla Pakkhús, sum Restorff keypti.
Men longu eina lítla øld frammanundan høvdu vit føringar fingið tann fyrsta smakkin av liberalismuni. Baksýnið fyri hesum var tey hørðu kríggini millum Ongland og Frakland frá 1689 og til 1815, og har serliga sjeyárakríggið 1756-63, tað norðuramerikanska hjálandakríggið 1755-63 og tað ameri-kanska frælsiskríggið 1775-83. Hesir dýru bardagar tvingaðu bretar at leggja ofta sera høgan toll á innflutning til Onglands, m.a. tubbakk og rúsdrekka.
Sostatt var gróðrarbotnur skaptur fyri loynihandli í stórum stíli. Tá ið so høvuðsstøðin fyri hesum handli á oynni Man varð afturlatin í 1765, kom møguleikin til Føroya. Rybergs Handil, stovnaður av tí danska keypmanninum Niels Ryberg, fór at virka her í 1768 og helt fram til 1788. Her í Vágsbotni vórðu pakkhús bygd, og niðri við sjógvin varð bygd atløgubryggja. Higar komu skip úr Vesturindia, úr Trankebar í India, úr Miðalhavi og úr Danmark. Við sær førdu tey romm, ginn, genever, cognac, vín, tubbakk, te og sukur. Her varð so varan umskipað í eingilsk og skotsk skip og síðan førd til Onglands og borin í land ivaleyst á eyð-mjúkum støðum, sum tað enska tollvaldið ikki visti av. Í Rybergs Handli høvdu o.u. 30 fólk fast arbeiði - bretar, skotar, føringar - sum m.a. bøkjarar, arbeiðsmenn og tubbaksspinnarar. Fremmand tungumál og ljóð av sekkjapípum hoyrdust tá í Havnar trongu gøtum, og handilin gav býnum ein dám av kosmopolitismu.
Hetta er, kunnu vit siga, tann søguligi karmurin um hetta nýggja tíðarskeiðið í søguni hjá Sosialinum, hjá blaðsins starvs-fólkum og hjá Jan Müller blaðstjóra. Rybergs andi - við sínum fleyri av fyritakssemi, frælsi og heimsborgaraskapi - sveimar yvir hesum stað, og á torginum út ímóti sjónum stendur Nólsoyarpáll - sum blaðungur skal hava siglt við Rybergs skipum - og minnir okkum á at hava víðan sjónarring og við hugflogi og treysti leggja upp fyri bakkastum og mótgangi.
Nú skal eg ikki vera drúgvur, men eg havi kortini hug at taka fram eitt annað søguligt stað, sum kanska er uppaftur meira viðkomandi, nú eitt blað setir búgv her í Vágsbotni. Her verður hugsað um tey gomlu Býráðshúsini uppi í Bringsnagøtu, fyrr ogn hjá Napoleon í Dali og nevnd Arnes Minde. Staðið varð fyrr rópt Niðri á Bakka. Her búði í fyrru helvt av 18. øld Jørgen Nolsøe, ið var sjómaður og sonur Jákup Nolsøe forvaltara. Í húsunum her sá tann 13. mai 1852 fyrsta blað í Føroyum Færingetidende dagsins ljós. Blaðstjóri var tann ungi sakførarin Niels Winther, sum hevði tvey høvuðsmál: at fáa løgtingið endurreist og at fáa einahandilin avtiknan.
Stuttligt hevði verið, um vit í dag kundu komið á tal við Niels Winther, um eitt nú umboð fyri útvarp ella sjónvarp kundu hoyrt hann sjálvan greitt frá hesum upphavsins morni í føroyskari blaðsøgu. Tað kunnu vit ikki. Men tað vil so til, at vit kunnu koma á tal við ein annan mann, nevniliga hann, sum prentaði blaðið. Hann æt Jákup Jacobsen Baia og varð nevndur Jákup á Kamarinum. Í samrøðu, sum Poul Niclasen hevði við hann í 1916, sigur Jákup soleiðis frá:
Tað var ein merkisdagur í Havn, tá fyrsta nr. av "Færingetidende" fleyg út um býin. Bløð vóru forkunnug í Føroyum í teirri tíðini; tað var so at siga eina "Berlingske", og hon kom sjálvsagt ikki til aðrar enn embætismenninar. Eg skuldi bera "Færingetidende" til teir haldarar, ið vóru her í Havn, og Niels legði mær eina við fyrst at fara til fútan við einum nr. Eg skøddi meg væl, fór sum álagt fyrst til fútan, hvar móttøkan ikki var víðari, og spelaði so avstað tað dýrasta eg var mentur. Tað ráddi jú um at fáa blaðið runt, áðrenn fútin hin gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptist fólk saman um meg fyri at frætta frá tí, ið stóð í blaðnum. Eg mátti brúka bæði bein og munn, og tá eg kom aftur í prentsmiðj-una og fór at taka stavirnar sundur, var eg deyðagivin.
Vóru tey enn mong, sum sýntu blaðnum vælvild, so var mótstøðan eisini stór. Soleiðis minnist eg, at ein plakat ein morgunin var sligin upp, og stóð á henni, at "Niels Winther átti at kastast oman av Bryggjubakkanum".
Jákup á Kamarinum hevur ymiskt annað forvitnisligt at fortelja, og eitt nú leggur hann aftrat, at orsakað av tilfarstroti vórðu "valsurnar" gjørdar úr m.a. lími, siroppi og putursukri. Vit mugu sanna, at her er talan um eitt lop - frá siroppi í 1852 til teldu og alnót í 2005.
Við hesum orðum fari eg at ynskja Sosialinum, blaðsins starvsfólkum og blaðstjórn - og Føroya blað- og tíðindaheimi sum heild - tillukku við hesum nýggju húsum. Ein rithøvundur - Arthur Koestler - helt eina ferð fyri, at ein blaðstjóri er ikki skipari á einum marglætisbáti, men á einum krígsskipi. Niels Winther livdi upp til hetta krav, tá hansara skriving fekk afturhaldið at hótta við at blaka hann út av Bryggjubakka.
At Koestlers stolta krav er viðkomandi, eisini í Føroyum í dag, tykist ymiskt at benda á, eitt nú tað at okkara háttvirda løgting nú - rúma tíð eftir Ryberg og einahandilsavtøkuna - er farið undir at skerja okkara handilsfrælsi. Hetta er púra misskilt, tí handlar og bønhús hava vant seg við at virka lið um lið um somu tíð í sínámillum virðing og samljóði. Í eini tíð við vaksandi altjóðagerð átti tingið at gingið tann øvugta vegin, økt um tað búskaparliga frælsið og minkað um forðingar, eitt nú fyri bryggjaravirksemi, so vit føringar nú kundu útflutt ta varu, sum Ryberg læt bretar fáa, eitt nú romm, ginn, genever osfr. Hvussu skulu vit annars fáa tað nógv eftirtráaða annað vinnulívsbeinið?
Tá ið løgmaður leggur fram stoltar víðsjónir um, at okkara land í 2015 skal vera millum heimsins mest framkomnu lond, hugsar hann neyvan um eitt dapurt, stirvið, uppsteðgað teokrati eftir iranskari fyrimynd. Eina ferð enn tillukku. Avbjóðingarnar tróta ikki. Men sjálvsagt vóni eg, at Jan Müller ikki verður tveittur út av Bryggjubakka.