øvut, tí meðan tað eftir øllum at døma koma at verða so nógv gomul í Danmark, at tað har verður talað um eina "eldrabumbu", sum fer at hava við sær, at samfelagið skjótt fer at hokna undir byrðuni av teimum [...] Annar er at halda fram sum nú. Hetta gevur vánalig útlit fyri fólkapensión. Tá danir fara at minka um sína fólkapensión, slepst ikki undan, at okkara eisini fer at minka. Hin møguleikin er at vit ikki [...] ikki eru heft at dønum og tí ikki fara til botns við teimum. Sum sjálvstøðugt ríki koma vit at hava lutfalsliga nógv at gjalda teimum gomlu og veiku, og tí fara vit at hava ráð til at hava eina hægri fólkapensión
hóttanir ímóti trivnaðinum í økjunum, har tær liggja. At ráðharrin fór so langt sum at siga at ølsølurnar hjá bryggjaríunum áttu at verið niðurlagdar, soleiðis at øll søla av sterkum løgi kann fara fram ígjøgnum [...] fólki til at drekka øl, og siga enttá at øl er gott fyri bæði hetta og hatta, tá øll hagtøl siga at tað er beinleiðis skaðiligt at drekka. Skal eg geva bryggjaríunum eini góð ráð, so er tað at steðga við [...] viðkoma okkum. Teir hava víst eitt evni til at finna uppá at broyta lógir uttan so mikið sum at spyrja okkum, hvat tað fer at merkja fyri okkara umstøður. Nú fáa vit at síggja hvørja ávirkan nýggi ráðharrin
í, at tit eru varug við hetta málið og at tað eru kompetent fólk, sum taka sær av tí. Tey vita, hvat tey hava við at gera, men á summum økjum sakna tey kanska stuðul. Tað er so ótrúliga torført at standa [...] merkir so eisini, at føroyingar hava tíð til at fyrireika seg og syrgja fyri at seta tær røttu rætningslinjurnar fyri, hvussu tingini skulu gerast. Tað er so eisini ein sannroynd, at oljufeløgini kunnu [...] longdini liva við at gera mistøk og dálka umhvørvið, og tí brúka tey eisini nógvar pengar uppá at tryggja, at boring oa. hevur minst møgulig árin á umhvørvið. Allan T. Christensen heldur, at føroyskir myndugleikar
so smá, at tað ikki ber til við veruligari sparring, at tað ikki ber til at deila uppgávur, og at tað verður torført hjá leiðsluni at stýra fakliga, tí leiðslan ikki hevur fakligu vitanina. At fara burtur [...] skipast. At fleiri landsstýrisfólk eru knýtt at einum aðalráði er púra vanligt í øðrum londum, og vanliga ber væl til at skipa arbeiðið soleiðis at til ber at tæna øllum fakliga og fyrisitingarliga. At savna [...] borið til at havt fakliga styrki. Tá hevði borið til, at havt fólk, ið spesialisera seg á einum ella fáum málsøkjum, og samstundis havt ein so mikið stóran starvsfólkahóp, at tað er gjørligt at deila uppgávur
áhugaðar. Vit eiga at geva fólki møguleikan at ogna sær eitt sindur av jørð, so tey kunnu hava møguleika at hava einar 5-10 seyðir. Tað er stimbrandi og mennandi at hava nakrar seyðir at røkta, og tað er [...] Samanlagt verður talan um so mikið stórar upphæddir, at vit ikki kunnu vænta, at tað fer at bera til at minka um blokkin um somu tíð. Vit siga ikki, at samferðslukervið ikki skal útbyggjast. Men vit mugu [...] Landið eigur at ganga undan, m.a. við at stovnar undir landinum fáa álagt, at allar nýbyggingar og allar umbyggingar skulu hava orkusparing við í byggiætlanini. Landið eigur at ganga undan at fremja gransking
hevur verið úti og sagt, at hann heldur at MFS og Vinnumálaráðið eiga at arbeiða meira við Jobmatch, heldur enn at fáa lesandi uppí ALS. Løgtingslimurin noyðist als ikki at vera stúrin á hesum økinum [...] Eingin lesandi tímir at lesa í 3, 5 ella enntá 8 ár, fyri síðani at koma í ALS. Tvørturímóti er tað so, at næstan øll eru lestrartroytt móti endanum, og bara gleða seg til at sleppa at arbeiða. ALS skal [...] skipanini eru góðar. Tað var gott at hoyra løgmann siga, at samgongan vil arbeiða fyri, at lesandi skulu kunna fáa úr ALS skipanini, meðan tey leita eftir arbeiði, og at barsilsskipanin skal geva lesandi
kravt, at vit skulu seta 1,6 millión av á roknskapinum fyri skattaeftirstøður, sum ráðið ikki vænta, at tað ber til at fáa inn, sigur Kirstin Strøm Bech. Borgarstjórin sigur, at hetta merkir, at skuldin [...] fyrstu ferð, at eitt slíkt krav kemur, men Býráðið samtykti at ganga tí á møti. Men samstundis varð samtykt at lata málið upp í hendurnar á Kommunusamskipan Føroya, KSF, sum skal kanna málið fyri at vita um [...] ivaðust tey ikki í, at tað var tí at hon var góðkend. Nokta - Men tann 9. mai fáa vit heilt óvæntað bræv úr Fíggjarmálaráðnum, har kravt verður, at vit skulu sleppa ætlanini um at byggja barnagarðin og
tað, var tað tað sama sum at siga upp. Verkfalliðð endaði, áðrenn tað kom hartil, men Sigrun Wardum er sannførd um, at tað fer at taka langa tíð at fáa tey menningartarnaðu at verða trygg aftur. Tey harmaðust [...] Beint tá helt hon, at pedagogarnir í Nærverkinum áttu at sligið nevan í borðið og sagt, at nú var markið nátt, hvussu tey mennikngartarnaðu kundu vera viðfarin. Men aftaná fann hon útav, at høvdu pedagogarnir [...] viðhvørt eru tey noyddar at biðja tey avvarðandi royna, hvussu langt tey sjálv megna at koma við at loysa sínar spurningar. Skúlatilboð Fyri fleiri árum síðan komu boðini um, at fólkaskúlin skuldi vera
stjørnum Eg gjørdist sera áhugað, tá ið eg frætti, at Kringvarp Føroya fór undir at gera eitt klassiskt talkshow. Eingin ivi er um, at tað er hart tiltrongt at fáa slíkar sendingar í Sjónvarpið, og eg sum hyggjari [...] sørt skuffandi at síggja, hvussu lítið verturin fekk burtur úr samrøðuni við hann. Hans Fróði tóktist at vera heldur defensivur og royndi mest sum at verja seg, meðan verturin skifti ímillum at vera kritiskur [...] nærmast at leggja hann undir at vera “til grin” millum føroyingar. Og úrslitið var, at eg sat eftir við einari kenslu av als einki hava lært um Hans Fróða Hansen ella eitt nú orsøkina til, at hann vil
er tann einasti politikkarin, ið torir at taka eina støðu. Hjarnar Djurhuus helt, at tað gav at bíta í kommunumálinum, har Annika Olsen tordi at taka ta støðu at leggja kommunurnar saman. - Hinir poli [...] hann vónar, at veljarans dómur verður tikin til eftirtektar. - Jacob Vestergaard sigur, at hann mátti læra seg at liva við teirri avgerð, sum er tikin. - Eg stúri fyri, at flokkurin má læra seg at doyggja [...] kommunurnar, tí teir eru bangnir fyri at missa nakrar atkvøður. Men Hjarnar Djurhuus staðfestir, at politikarar eru valdir at taka avgerðir. Hava teir ikki rygg til at taka eina støðu kunnu vit siga við teir