Umhvørvið og oljan
Poul Erik Skakke og Allan Tougard Christensen skilja væl, at føroyskir myndugleikar royna at skipa gongdina soleiðis, at føroysk virki, sum eru kappingarfør og kunnu bjóða sínar tænastur fram, sleppa framat, men teir halda tað eisini vera rætt av føroyingum at hyggja út um landoddarnar fyri at vita, hvørja hjálp og ráðgeving man kann fáa har, eitt nú á umhvørvisøkinum.
-Tað er okkara fatan, at føroyingar í dag leggja størri dent á umhvørvispartin, og har er tað nógv, sum skal lærast. Og fyri ikki at gera somu mistøk sum vit í Danmark hava gjørt, er rætt at fáa ráðgeving frá fyritøkum aðrastaðni heldur Poul Erik Skakke. Hann hevur sæð og lisið, at fyritøkur í Skotlandi og Noregi liggja fram við, nú oljuleitingin nærkast og heldur tað vera heilt náttúrligt, at danskar fyritøkur so sum teirra eisini gera tað, tí umhvørvisspurningar standa høgt í metum í Danmark og hartil hava teir eisini eina oljuvinnu, sum hevur gjørt sína royndir.
Vit spurdu teir báðar, um tað ikki er í so seint at fara at hugsa um umhvørvisspurningar, nú oljuleitingin bara er eitt hálvt ár burturi!
-Eg haldi ymsu myndugleikarnir í Føroyum eru við at arbeiða við hesum og hava sínar ætlanir, men man saknar kanska serstakliga nakrar av reiðskapunum, amboðunum til at kunna siga, hvussu ein skal stýra gongdini, og tað eru hesar reiðskapir, sum vit hava verið við til at menna og sum vit nú bjóða føroyingum sigur Poul Erik Skakke.
Bæði Poul Erik og Allan eru varnir at úttala seg, tá vit spyrja, um føroyskir myndugleikar brúka ov fáar resursir uppá umhvørvisarbeiði, men teir ásanna, at vit eru undirmannað til at kunna stýra gongdini.
-Umhvørvið hevur kanska ikki verið so høgt raðfest fyrr, men sum eg síggi tað í dag, so verður nógv meira gjørt við tað nú. Eg ivist ikki í, at tit eru varug við hetta málið og at tað eru kompetent fólk, sum taka sær av tí. Tey vita, hvat tey hava við at gera, men á summum økjum sakna tey kanska stuðul. Tað er so ótrúliga torført at standa einsamallur. Og tað er nettup har vit halda, at vit kunnu vera við til at hjálpa, siga, hvat vit meta er skilabest at gera sigur Allan Tougaard Christensen.
Óvissa um kemikaliur
Hvussu er so støðan á umhvørvisøkinum, nú føroyingar gera seg til reiðar til fyrstu oljuleitingina nakrantíð!
-Vit hava staðfest á nøkrum av fundunum við føroyskar myndugleikar, at man ikki heilt veit, hvørji kemikaliur verða brúkt í sambandi við sjálva boringina. Tað er so ikki nakað, sum man kann skuldseta myndugleikarnir fyri, tí oljufeløgini halda vanliga slíkar upplýsingar ótrúliga tætt til sín. Hetta er ein trupulleiki alla staðni. Tað er eisini her, at vit vilja bjóða okkum fram við at ráðgeva bæði um, hvat ikki er vandamikið og hvat er tað sigur Poul Erik Skakke.
Hann leggur tó dent á, at enn tosa vit bert um leiting. Tá framleiðslan byrjar er talan um nakað heilt annað. Hetta merkir so eisini, at føroyingar hava tíð til at fyrireika seg og syrgja fyri at seta tær røttu rætningslinjurnar fyri, hvussu tingini skulu gerast.
Tað er so eisini ein sannroynd, at oljufeløgini kunnu ikki í longdini liva við at gera mistøk og dálka umhvørvið, og tí brúka tey eisini nógvar pengar uppá at tryggja, at boring oa. hevur minst møgulig árin á umhvørvið.
Allan T. Christensen heldur, at føroyskir myndugleikar nú mugu fara inn og útvega sær vitan um, hvat oljufeløgini brúka av evnum ol. Hóast feløgini eru seriøs, so er tað eisini ein sannroynd, at tað eru so ótrúliga nógv kemikaliur, sum verða brúkt og sum oljufeløgini sjálvi ikki vita nokk um. Hvat er góður tóni í USA, í Onglandi, í Danmark ella á meginlandinum kann verða so ymiskt. Og tá man hugsar um, at Føroyar liggja úti í havinum og liva av tí, sum havið gevur, so er hetta uppaftur meira týdningarmikið fyri tykkum.
Allan vísir á tað orðaskifti, sum hevur verið í Danmark um nettupp vandamiklu evnini, ið standast av oljuboring. Herfyri stóð stór grein um hetta málið í Politikken og á fundi í Olso nú um dagarnar eydnaðist tað danska umhvørvismálaráðharranum, Svend Auken at fáa umhvørvismyndugleikar at taka undir við einum kravi um at minka um skaðiligu árinini frá boringum.
Borimóran!
Ein rættiliga aktuellur umhvørivsspurningur, nú oljuleitingin fer í gongd við Føroyar, er hvussu móran frá sjálvari boringini skal goymast og viðgerast. Frá hvørjum brunni, sum verður boraður, koma umleið 2100 kubikmetrar av borimóru, sum síðani skal í land í Føroyum. Hvør skal taka ímóti hesi móruni, hvar skal hon leggjast upp og hvussu skal hon handfarast? Hetta eru spurningar, sum støða skjótt má takast til. Og talan er heldur ikki um smáar nøgdir, tá hugsað verður um, at 8 brunnar skulu borast tilsamans. Tá verður talan um næstan 20.000 tons av borimóru tilsamans. Spurningurin er, hvat man ætlar at gera við alt hetta fremmanda tilfarið! Tað er m.a. slíkar spurningar, sum donsku umhvørvisserfrøðingarnir fegnir vilja tosa við føroyskar myndugleikar um.
-Men skulu føroyingar kenna seg nóg tryggar, nú áðrenn leitingin fer í gongd?
-Tað er torført at svara uppá. Tað má í hvussu er vera eitt krav ella eitt minimum, at føroyskir myndugleikar mugu hava somu vitan sum oljufeløgini hava fyri ma. at kunna dokumentera fyri samfelagnum annars, at tingini eru í lagi ella um eitt óhapp hendur, at vita, hvat man so skal gera sigur Poul Erik Skakke, sum vísir á, at tað í dag sita fólk í Føroyum, sum veruliga royna at arbeiða við hesum. Men tað er greitt, at hetta kann vera ein trupulleiki.
Spurningurin er so eisini, hvat oljufeløgini vita. Tí er so týdningarmikið at kunna gera eina risikometan og til tess er tørvur á ráðgeving ella einum reiðskapi, sum kann hjálpa einum at siga, nær vandi er á ferð.
Tað er í hesum sambandi, at teir báðir vísa á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit hava eina meining um, hvussu vit t.d. ætla at handfara nógvu borimóruna. Myndugleikarnir mugu hava eitt ávíst yvirlit yvir alt hetta.