Gleðast um ætlanirnar hjá landsstýrinum

Ætlanirnar hjá landsstýrinum við­víkjandi barsils- og ALS skipan­ini eru góðar. Tað var gott at hoyra løgmann siga, at samgongan vil arbeiða fyri, at lesandi skulu kunna fáa úr ALS skipanini, meðan tey leita eftir arbeiði, og at barsils­skipanin skal geva les­andi nakað av peningi. Hetta eru ætlanir, sum veruliga kun­nu gera lívið lættari hjá teim­u­m, sum vilja búgva í Før­oy­um.

Tøkk til Johan Dahl
Tað eru nógv ár síðani, at MFS fyrstu ferð vísti á, at tað er ein trupulleiki, at lesandi ikki kunnu fáa nakra veiting, tá tey seta búgv í Føroyum. Ser­liga hjá teimum, sum búg­va uttanfyri Føroyar, er tað ótrú­liga torført at hava eitt arbeiði klárt, tá ein kemur heim. Arbeiðsgevarar vilja tosa við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt opið prát. Tað rigg­ar heilt einfalt ikki líka væl at tosa gjøgnum eina telefon ella Skype. Skal ein byrja sítt egna í Føroyum, tek­ur tað eisini tíð. Hevur ein familju, ella vil ein bara liva onkra aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum (um foreldr­ini eru væl fyri), so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, tí hvussu skulu vit fáa mat á borðið? Í Danmark er trygd og ein kann tosa við arbeiðsgevarar and­lit til andlits. Tí er støð­an í løtuni serstakliga kapp­ingar­av­legandi, og ein skal antin hava eitt arbeiði ella rað­festa Føroyar óvanliga høgt, fyri at flyta heim.
Finna ALS og landsstýrið hin­vegin fram til eina loysn, sum ger so at føroysk les­andi fáa pening úr ALS – bara í nakrar mánaðir, um ikki annað – so gerst alt so nógv lættari. Arbeiðsloysið er lægri í Føroyum, nógv hava familju her og tað er trygg­ari hjá børnum. Tað er so ótrú­liga nógv, sum talar fyri, at vit sum lesandi vilja flyta til Føroya, at tað er synd, at fíggjarliga støðan hjá familj­um skal forða les­andi at flyta heim. Tí vilja vit ser­liga takka Johan Dahl, lands­stýris­manni í vinnu­mál­um, at hann hevur arbeitt so nógv fyri, at lesandi skulu fáa eitt gjald í eina tíð, tá tey flyta heim. Somuleiðis vilja vit takka honum, at hann hevur hugs­að um tey lesandi, tá hann kom við uppskotinum at betra barsilsskipanina. Tað er helst óneyðugt at siga fólki, hvussu fíggjarliga tungt tað kann vera at fáa børn, og tá eru eini 4.000 kr,- um mán­að­i­n í lestrarstudningi ikki nóg mikið.

Arbeiða á fleiri frontum
Løgtingslimurin fyri Fólka­flokkin, Hanus Samró, hev­ur verið úti og sagt, at hann heldur at MFS og Vinnu­mála­ráð­ið eiga at arbeiða meira við Jobmatch, heldur enn at fáa lesandi uppí ALS. Løgtings­limurin noyðist als ikki at vera stúrin á hesum øki­num. Eingin lesandi tímir at lesa í 3, 5 ella enntá 8 ár, fyri síðani at koma í ALS. Tvørt­ur­ímóti er tað so, at næst­an øll eru lestrartroytt móti endanum, og bara gleða seg til at sleppa at arbeiða. ALS skal heldur ikki vera ein varandi inntøka. Tað skal bara vera ein fyribils veiting, sum hjálpir familjum og ein­stak­ling­um at líka finna eitt stað at búgva, og fáa mat í munnin, meðan tey leita eftir arbeiði. Tað er hóast alt torført at búgva í einum landi, um ein ikki kann geva børnu­num hjá sær tak yvir høvd­ið og mat.
Jobmatch arbeiða vit eisini óført við. Tað eru tíggju­­tals fólk í MFS, sum næst­an øll arbeiða sjálv­boð­ið, fyri at betra um um­støð­ur­nar hjá teimum lesandi. So vit hava orku og fólk, til at bæði arbeiða fyri Jobmatch og øðrum evnum. Vit arbeiða t.d. eisini fyri, at studningurin og at barnastudningurin til lesandi í Føroyum skal hækk­ast. Skipanin í Før-oy­um má ikki vera eitt minus, tá fólk gera av, hvørt tey skulu lesa í Føroyum ella uttanlands. Tí Føroyar hava brúk fyri les­andi, og nógv okkara vilja búgva her, og vera við til at gera Føroyar betri. Les­andi eru ein inntøka. Bæði mentan­arliga, sosialt og fíggjar­liga eru lesandi ein inn­tøka, ikki ein útreiðsla.
Tí er tað at vit í MFS gleð­ast so nógv yvir, at tiltøk eru komin og byrja at koma uppá bein­ini, sum vísa at Føroyar eisini vilja hava tey lesandi. Job­match, ætlan­ir­nar hjá lands­stýri­ni­num við­víkj­andi ALS og barsils­skip-an, leinkjan.fo, “Vit vel­ja Føroyar” tiltakið og so fram­­vegis. Hetta er alt tílíkt, sum lesandi hava ynskt sær í longri tíð, og tað ger tað so nógv lættari hjá okkum at siga, at vit VILJA búgva í Før­oyum.
Vegna Meginfelag Før­oysk­ra Studenta,
Revgin Berg, formaður