Pól Arni syngur fyri á Tórsvølli

Tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli í annakvøld.

Pól Arni Holm fer at syngja fyri til "Tú alfagra land mítt" á Tórsvølli fríggjakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tað skrivar fsf.fo

 

Í annaðkvøld klokkan 19:45 taka Føroyar ímóti Kroatia í HM undankappingardysti á Tórsvølli.

 

Og áðrenn dystin fáa vit forkunnuga vitjan á tjóðarleikvøllinum. Tað verður nevniliga forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga kring vøllin.

 

– Hetta verður ein spennandi og øðrvísi uppgáva, og tað verður einki minni enn fantastiskt at syngja saman við so nógvum fólkum – hetta gleði eg meg til, sigur Pól Arni Holm við fsf.fo.

 

Atgongumerkjasølan til dystin hevur gingið væl, og nú er alt útselt. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.

 

Tí verður fult hús tá Pól Arni sleppur fram at mikrofonini í annaðkvøld.

 

##med2##

 

Pól Arni Holm fer at syngja fyri til "Tú alfagra land mítt" á Tórsvølli fríggjakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen