Vágbingar lagdir undir ein jarnhæl

HARÐAR TREYTIR Fíggjarmálaráðið hevur sett Vágs Kommunu hørð krøv, men Vágs Býráð setir hart ímóti hørðum, tí tey finna seg ikki í at verða løgd undir ein jarnhæl

- Vit føla tað sum um at Fíggjarmálaráðið setir jarnhælin á okkum, men tað finna vit okkum ikki í.
Í Vágs Býráð er rættiliga stór misnøgd við framferðina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Misnøgdin er so stór, at býráðið hevur gjørt av at seta hart ímóti hørðum.
- Og verður tað neyðugt, eru vit eisini sinnað at stevna Fíggjamálaráðnum, staðfestir Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.
Orsøkin til misnøgdina í Vági, er, at tey halda, at Fíggjarmálaráðið hevur sett Vágs Kommunu alt ov hørð krøv í sambandi við fíggjarpolitikkin hjá kommununi.
Á býráðsfundi í Vági mánakvøldið varð roknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri 2010 viðgjørdur.
- Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið kravt, at vit skulu seta 1,6 millión av á roknskapinum fyri skattaeftirstøður, sum ráðið ikki vænta, at tað ber til at fáa inn, sigur Kirstin Strøm Bech.
Borgarstjórin sigur, at hetta merkir, at skuldin hjá kommununi verður 1,6 millión størri enn annars.
- Hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt krav kemur, men Býráðið samtykti at ganga tí á møti.
Men samstundis varð samtykt at lata málið upp í hendurnar á Kommunusamskipan Føroya, KSF, sum skal kanna málið fyri at vita um Fíggjarmálaráðið yvirhøvur hevur heimild til hetta.
Kirstin Strøm Bech staðfestir, at tað er ein spurningur, hvussu nógv kommunan skal hefta fyri skattaeftirstøður.
- Tað er Taks, sum er ein stovnur undir landinum, ið hevur ábyrgdina av at krevja skatt inn og tí góðtaka vit ikki kravið uttan víðari, tí spurningurin er um kommunurnar skulu bløða fyri, at skattur ikki verður kravdur inn, sigur hon.

Strika barnagarðin
Men tað, sum tey í Vágs Býráði eru enn meiri fortørnað um, er, at Fíggjarmálaráðið vil ikki góðtaka, at barnagarður verður bygdur í Vági.
- Hesi seinastu árini hava vit tilsamans sett 3,2 milliónir av til ein nýggjan barnagarð í Vági, sigur borgarstjórin.
- Á fíggjarætlanini fyri í ár, ætlaðu vit at brúka peningin til at seta hol á ætlanina, so at vit fingu bygt ein part av barnagarðinum og so kundu vit halda fram seinni.
- Hetta stóð í fíggjarætlanini fyri 2011, sum vit lótu Fíggjarmálaráðnum til góðkenningar.
- Vit høvdu eisini fund við Fíggjarmálaráðið og avtalaðu, at vit skuldu senda teimum tilfar um ætlanina.
Borgarstjórin sigur, at tey frættu onki aftur, men tá ið fíggjarætlanin fyri Vágs Kommunu varð almannakunngjørt á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, ivaðust tey ikki í, at tað var tí at hon var góðkend.

Nokta
- Men tann 9. mai fáa vit heilt óvæntað bræv úr Fíggjarmálaráðnum, har kravt verður, at vit skulu sleppa ætlanini um at byggja barnagarðin og ístaðin fyri skulu vit brúka tær 3,2 milliónirnar til at rinda skuld við, tí skuldin skal vera ov stór, sigur Kirstin Strøm Bech.
Hetta er eitt krav, sum Vágs Býráð noktar at eftirlíka og eisini hetta málið er sent KSF.
- Hetta finna vit okkum ikki í og verður tað neyðugt, eru vit til reiðar at fara í rættin við málinum, sigur Kirstin Strøm Bech.
- Vit finna okkum ikki í, at verða løgd undir ein líkan jarnhæl, samstundis sum aðrar kommunur hava rent seg út av eggini, uttan at nakað er hent.
Hon vísir eisini á, at tað var landsstýrið sjálvt, sum kom við ætlanini um at byggja ellis- og røktarheim í Vági og sum eggjaði kommununi til at taka lán til endamálið.
- Og nú brúka tey tað til at buka okkum upp á pláss við og tað finna vit okkum ikki í, sigur borgarstjórin.

3 ár

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, vísir á, at í løtuni er nettoskuldin hjá Vágs Kommunu 33 milliónir og skatta inntøkan var 36 milliónir.
Tá eru 10 milliónir av láninum til nýggja ellis- og røktarheiminum tald við.
Sostatt skylda vit minni enn eina álíkning, sum er tað mesta, vit kunnu skylda eftir lógini.
- Vit skulu læna 12 milliónir afturat til ellis- og røktarheimið, so tá verður skuldin sostatt 45 milliónir.
- Men hesi næstu árini skulu vit rinda fimm milliónir um árið í avdráttum, so longu um trý ár eru vit aftur undir einari álíkning í skuld.
Kirstin Strøm Bech heldur, at Fíggjarmálaráðið hevur als ikki viðgjørt støðuna hjá Vágs Kommunu, men hevur bara staðfest, at skuldin kemur upp um eina álíkning og so siga tey bara nokta teimum at byggja barnagarðin av formalistiskum orsøkum.
- Vit halda ikki, at hetta er rætt mannagongd, tí Fíggjarmálaráðið vísir til grein 54 í kommunulógini, har tað stendur, at er kommunuskuldin meiri enn eina álíkning, kann landsstýrismaðurin seta kommununi krøv um at laga fíggjarætlanina til.
Hetta kann landsstýrismaðurin gera í trimum førum, nevniliga, um so er, at..
1) Inntøku- útreiðslu og íløgumetingar eru skeivar.
2) Inntøku- útreiðslu og íløgumetingar eru gjørdar á skeivum grundarlagi.
3) Inntøku- útreiðslu og íløgumetingar eru órímiligar.
- Vit meta ikki, at Vágs Kommuna kemur undir hasar treytirnar og tí góðtaka vit ikki krøvini úr Fíggjarmálaráðnum, sigur Kirstin Strøm Bech