av øllum. Og líkamikið, hvussu leikur fer seinastu tveir kappingardagarnar, so stendur longu nú greitt, at talan er um so nógv tað besta úrslitið, sum Føroyar nakran tíð hava vunnið á oyggjaleikum. Og [...] stútt og støðugt eru betrað. Og so verður einki petti lagt í, hvat søgan sigur, ella hvat onnur halda um tað, sum tey gera. Uttan at hetta skal skiljast sum arrogansa, so hava tey sett sær síni egnu mál [...] eisini eru ein fyrimynd fyri alt Føroya land í so nógvar mátar. Flestu teirra hava fyri fleiri árum síðani sett sær høg mál, og síðani hava tey miðvíst arbeitt fram móti hesum. Hundrað- og kanska túsundtals
Ein maður fekk um vikuskiftið bót, tí at hann valdi at toga buksirnar hjá sær niður og vísa afturpart fyri eini løgreglupatrulju. Hendingin fór fram í miðbýnum í Havn, og slíkt verður revsað við bót, sum [...] sum hesin maðurin so eisini fekk.
manningarfeløgini settu síni krøv fram, hava teir ikki vilja vikað seg ein tumma og so ber ikki til at tosa um samráðingar. Vita um vilji er Karsten Hansen vil ikki siga, um hetta verður seinasta royndin at [...] n. ? Vit kunnu so ikki halda fram uppá hendan mátan. Og nú mugu vit fáa staðfest, um tað yvirhøvur er nakar vilji at samráðast. Hann sigur, at tað er ikki serliga hugaligt at halda fram uppá hendan mátan [...] hvat vit so kunnu gera. Og ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at leggja málið fyri tingið. Karsten Hansen sigur, at onki er avgjørt í samgonguni um at leggja málið fyri tingið, ella um at málið
skaða, um hesir fimm stavirnir finna vegin inn í okkara starvrað. Um tú eitur Karl ella Carl er fullkomiliga líka mikið fyri okkara málsliga samleika. Um okkara politikarar veruliga ynskja at bøta um málsliga [...] til eitt politiskt eljustríð um nakrar stavir, sum hava verið útihýstir úr føroyska stavraðnum. Tað var Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum legði fram uppskotið um at geva stavunum c, x, z, [...] tað er, sum fær tingfólk at brúka so nógva orku upp á eitt so lítið mál – og enn minni, hví allar slíkar hugsanir, sum eitt nú Sjúrður Skaale og Málafelagið hava ført fram, skulu kallast donsk imperialisma
saman við kummununi har vesturi, um at halda fram uppi í Barentshavinum. Og so avgerðin í nevndini í Kjølbro um at halda fram við toskafiskiskapi, heldur enn at leggja um til rækjur. Tað eru hesi reiðaríðini [...] Frímund Hansen Nú so nógv verður tosað um at fiskurin í havinum er ogn Føroya Fólks. At tað líkist ongum sum landskassin slongir um seg við loyvum til Per og Pól, vinir og kenningar. Tilfeingi sum landi [...] og hugsað eitt lítið sindur, um hví ið landi hevur tann frammíhjárætt yvirhøvur at hava nakað samráðast við eitt nú norðmenn og russar um. Uttan at kenna søguna nóg væl, so rokni eg við, at eigarnir av
uppí leikin, so kappingin harðnar alsamt. Men kapping er sunn verður sagt, og kanska er nakað um tað. Í hvussu so er hevur Útvarp Føroya seinastu árini veruliga gjørt nógv, tá talan er um at gera sendingar [...] eitt sindur skiftandi, so hevur sendingin sín heilt eyðkenda og lætta stíl. Við spurnaðarkapping, løttum undirhaldi og tónleiki, fyri ikki at talan um beatboxina, hava teir báðir so ótroyttiligu ravnarnir [...] tann fyrimun fram um allar aðrar, at hon er fyri ung millum 0-100 ár. Ein annar av stóru miðlunum, nevnliga Sjónvarp Føroya, hevur ikki røkt uppgávu sína til fulnar, tá talan hevur verið um at gera sendingar
Hon staðfestir, at munurin skal fram, stilettirnar skulu fram. - Minnist aftur á lítlu dóttir mína, tá hon einaferð so bønliga hugdi upp í eyguni á mær og spurdi, um eg ikki eisini kundi keypa mær skógvar [...] brúkt stilettir, orsakað av breki í beininum. Var hørm hennara vegna, um mangulfullu mammuna hvat stíli viðvíkti, meira enn eg var hørm um meg sjálva. Men til ber at larma á annan hátt, sigur Bergun Kass. [...] ikki eru har frammanundan. Bergun Kass, sum hevur verið uppstillað fyri Framsókn sigur nú sína hugsan um stilettirnar hjá Demokratia í einum lesarabrævið til miðlarnar í dag. -Eins og stilettir eru líka nógv
borgarstjórar í Suðuroynni, at seta fram krav um, at landsstýrið tekur hetta sera álvarsliga mál viðvíkjandi Suðuroynni upp til nýggja viðgerð. Tað hevur verið ført fram av yvirlæknum á Suðuroyar sjúkrahúsi [...] bjóða.?Tá landsstýrismaðurin í heilsumálum førir fram, at Ólavsøkupakkin og harvið karmarnir longu vóru settir, tá hann tók við sum landsstýrismaður, so er hetta rætt. Eftir áheitan greiddi leiðslan á Suðuroyar [...] Suðuroynni saman við borgarstjórunum í Suðuroynni. Tá kunnað varð um trupulleikan, komu týðiligar ábendingar frá landsstýrismonnunum um, at hetta nokk ikki bleiv nakar trupulleiki at fáa uppá pláss. Tí
fegnist eg um, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá Vejle, og hann heldur fram: -Nú bíðar eitt nýtt ævintýr, og eg eri takksamur fyri, at felagið gevur mær høvi at royna hetta. Talan er um sáttmála [...] hevur verið í Vejle síðani 2013. Í heyst var vongverjin í vinstru ikki so ofta millum teir fyrstu ellivu, og nú flytur hann um Oyrasund. Sambært heimasíðuni hjá Vejle Boldklub er tað Viljormur Davidsen [...] Helsingborg og gleða okkum um, at hann altíð fer at verða roknaður sum ein av okkara, sigur stjórin í Vejle. Viljormur Davidsen hevur spælt 207 dystir á besta liðnum hjá Vejle, og so ofta hevur eingin útlendingur
din minkar í stórum og blaðið heldur fram, at sambært búskaparfrøðingum minkar nettoskuldin til útlandið við rúkandi ferð. Heldur gongdin fram er skuldin burtur um fá ár, sigur blaðið, sum krógvar sannleikan [...] Føroyum, og soleiðis koma vit fram til hvat nettoskuld føroyinga er uttanlands. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at bankin, sparikassarnir og onnur, hava økt munandi um sínar ognir uttanlands. Samstundis [...] landsstýrið, varð avtalað, at spurningurin um at afturgjalda skuld landskassans til danska ríkiskassan, skuldi takast upp í 1998. Enn hava ongar samráðingar verið um hendan spurning. Sostatt er onki av hesi