Halló Radio Faroe Islands

Ein av stóru miðlunum sum ger nógv tilfar til ungdómin er Útvarp Føroya.

Vaglið, Ver, Geyk, Alpha Proxima og popp service eru nakrar av sendingunum, bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.

Tó munnu 15 tær bestu og náttaravnarnir vera best dámdu og mest virdu sendingar

Jákup Bogi Joensen



Útvarp Føroya er ikki longur einasta útvarpsrásin í landinum. Nei, nú eru bæði Lindin og Rás 2 komin uppí leikin, so kappingin harðnar alsamt. Men kapping er sunn verður sagt, og kanska er nakað um tað.

Í hvussu so er hevur Útvarp Føroya seinastu árini veruliga gjørt nógv, tá talan er um at gera sendingar til ungdómin.

Sendingarnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vaglið, Ver, Geykn, Alpha Proxima og popp service, bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.

Men tað kemst tó ikki uttan um, at best dámdu og mest virdu sendingarnar eru 15 tær bestu hjá Heðini Arge, og náttarravnarnir, sum Heðin Arge og Rúni Jákupsson leggja til rættis.

Náttarravnarnir hava verið fastur táttur av leygarkvøldinum í útvarpinum i átta ár. Manningin hevur verið skiftandi hesi árini. Fyrst vóru tað Heðin og Birgir, síðan Heðin og Heri og seinast tríggjar vetrarnar hevur Rúni Jákupsson verið annar av ravnavertunum. Heðin Arge hevur tó verið við øll árini.

Men hóast manningin hevur verið eitt sindur skiftandi, so hevur sendingin sín heilt eyðkenda og lætta stíl.

Við spurnaðarkapping, løttum undirhaldi og tónleiki, fyri ikki at talan um beatboxina, hava teir báðir so ótroyttiligu ravnarnir undirhaldið okkum leygarkvøld eftir leygarkvøld. Tað er eitt fantastiskt arbeiði teir báðir leggja í sendingina.

Náttarravnasendingin hevur eisini tann fyrimun fram um allar aðrar, at hon er fyri ung millum 0-100 ár.

Ein annar av stóru miðlunum, nevnliga Sjónvarp Føroya, hevur ikki røkt uppgávu sína til fulnar, tá talan hevur verið um at gera sendingar til ungdómin.

Orsøkirnar kunnu vera nógvar, men tó tykist fíggjarliga støðan, størsta orsøkin til at Sjónvarpi onga ungdómssending hevur í løtuni.

Leysatíðindi hava tó seinastu tíðina gingið um, at næmingar frá Føroya Læraraskúla í hesum døgum eru farnir undir at gera eina slíka ungdómssending.

Spennandi verður tí at vita, um kendasti útvarpsmaður okkara í løtuni, okkara kæri Gísmundur heldur fram í Útvarpinum, ella um hann fer í nýtt starv í Sjón varpinum.