Sáttmálatræta
Seinni í hesi vikuni verður ein roynd gjørt afturat at fáa semju um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann fer at kalla partarnar í málinum til fundar ein av fyrstu døgunum at vita, um tað ikki ber til at fáa gongd á samráðingarnar.
? Tá fari eg at spyrja teir, um teir framvegis ikki meta, at teir eiga at gera sítt til at finna eina samráðingarloysn.
Hann vil ikki siga, um hann hevur nakað tilboð til manningarfeløgini við sær á fundin, sum verður.
?Vit fara at gjøgnumganga málið fyri at vita, um tað yvirhøvur ber til at semjast um nakað.
Men tað skilst á honum, at hann hevur ikki serliga góðar vónir.
?Higartil hevur tað bara verið annar parturin sum hevur viljað samráðst og tað er Fíggjarmálstýrið. Hinvegin hevur mótparturin als ikki viljað samráðst, og sostatt hava ongar samráðingar verið yvirhøvur , sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at síðani manningarfeløgini settu síni krøv fram, hava teir ikki vilja vikað seg ein tumma og so ber ikki til at tosa um samráðingar.
Vita um vilji er
Karsten Hansen vil ikki siga, um hetta verður seinasta royndin at finna eina samráðingarloysn.
? Vit kunnu so ikki halda fram uppá hendan mátan. Og nú mugu vit fáa staðfest, um tað yvirhøvur er nakar vilji at samráðast.
Hann sigur, at tað er ikki serliga hugaligt at halda fram uppá hendan mátan.
?Vísir tað seg at ongin vilji er til at samráðast, mugu vit taka støðu til, hvat vit so kunnu gera.
Og ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at leggja málið fyri tingið.
Karsten Hansen sigur, at onki er avgjørt í samgonguni um at leggja málið fyri tingið, ella um at málið ikki skal fyri tingið.
? Eg havi ikki roynt at fáa málið fyri tingið. Tað er ímóti míni sannføring at slík mál verða
løgd fyri tingið, tí fakfeløg hava sín samráðingarrætt og tað eiga vit at virða.
? Men í hesum førum tykist tað sum um tað eru fakfeløgini, sum vilja hava málið fyri tingið, tí tey vilja hvørki samráðast, ella hava semingsmann uppí. So tað ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu enn at feløgini vilja hava málið fyri tingið. Í so máta er hendan støðan heilt óvanlig, sigur Fíggjarmálaráðharrin.
Karsten Hansen vísir eisini heilt avgjørdur aftur, tí, ið onkur hevur havt illgruna um, at hann bara ætlar at draga málið út og at súlta málið til vanligar samráðingar verða aftur í vár.
? Ongin kann skjóta okkum tað í skógvarnar. Vit hava samráðst alla tíðina og vit hava givið teimum ymisk tilboð um, hvussu málið kann loysast. Men tað eru fakfeløgini, sum ikki vilja flyta seg. Higartil hava tey verið fullkomiliga steinrunnin, sigur Karsten Hansen.
Tað skilst á øllum brøgdum, at tað er farið at hava skund at fáa málið um Brimil avgreitt. M.a. vil Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hava, at støðan í samráðingunum nú verður gjørd upp. Hann hevur skrivað Karsten Hansen bræv, har hann biðjur hann staðfesta, um tað yvirhøvur ber til at koma longri við samráðingum, ella ikki.
? Nú er so langt útliðið, at tað eigur at bera til at staðfesta, um tað slepst víðari við samráðingum, ella ikki. Og slepst tað ikki longri, eigur málið at verða loyst uppá onkran annan máta, tí Brimil kann ikki blíva liggjandi í Noregi. Hann heldur, at tað er umráðandi at fáa Brimil í tænastu, nú, tí nú byrjar várróðurin skjótt og tá er trygdin nógv betri við tveimum skipum, enn bara við Tjaldrinum.