Viljormur flytur til Helsingborg

Føroyski landsliðsspælarin verður nú liðfelagi hjá Brandi H. Olsen

Nú vera Viljormur Davidsen og Brandur H. Olsen liðfelagar í Helsingborg IF.

 

Brandur var við, tá ið Helsingborg IF síðsta heyst tryggjaði sær uppflyting í bestu svensku deildina eftir í eitt ár at hava spælt í næstbestu deildini.

 

Í kvøld boðar Vejle Boldklub frá, at 30 ára gamli Viljormur Davidsen gevst í felagnum. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið í Vejle síðani 2013. Í heyst var vongverjin í vinstru ikki so ofta millum teir fyrstu ellivu, og nú flytur hann um Oyrasund. Sambært heimasíðuni hjá Vejle Boldklub er tað Viljormur Davidsen, sum hevur ynskt at fáa høvi at royna okkurt annað.

 

Henrik Tønder er stjóri í Vejle, og hann hevur bara gott at bera Viljormi Davidsen, sum annars hevði sáttmála fram til juni í ár:

 

-Vit biðja einum spælara farvæl, sum altíð hevur verið trygd fyri at vera ordiligur og vísa heilhjartað avrik.

 

Hann hevur verið leiðari og fyrimynd og nógv avhildin av øllum í felagnum. Viljormur hevur uppiborið at spæla nógv og at hava stóran leiklut á vøllinum, og skiftið til Helsingborg ber møguleika fyri hesum við sær. Hann hevur spælt seg í hjørtuni á áskoðarunum og øllum í og kring felagið. Vit ynskja honum alt tað besta í Helsingborg og gleða okkum um, at hann altíð fer at verða roknaður sum ein av okkara, sigur stjórin í Vejle.

 

Viljormur Davidsen hevur spælt 207 dystir á besta liðnum hjá Vejle, og so ofta hevur eingin útlendingur verið á besta liðnum í Vejle.

 

-Vejle og felagið eru okkara býur og okkara felag. Her eru børnini fødd, felagið hevur givið mær møguleikar, og áskoðararnir hava altíð bakkað meg upp. Fyri meg hevur tað verið heiður at umboða feagið, og at tað nú sær út til at felagið hevur vunnið fótafesti, eftir at tað hevur gingið bæði upp og niður, fegnist eg um, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá Vejle, og hann heldur fram:

 

-Nú bíðar eitt nýtt ævintýr, og eg eri takksamur fyri, at felagið gevur mær høvi at royna hetta.

 

Talan er um sáttmála við Helsingborg IF, sum er galdandi fram til ársenda í 2023.