Hetta er ikki skemt, sigur Bergun Kass. – Vit skulu inn á leikpallin við kvinnueginleikum, sum ikki eru har frammanundan.
Bergun Kass, sum hevur verið uppstillað fyri Framsókn sigur nú sína hugsan um stilettirnar hjá Demokratia í einum lesarabrævið til miðlarnar í dag.
-Eins og stilettir eru líka nógv eitt ‘kvinnuting’, sum slipsið er tað hjá monnum, er hetta ein eyðsýnd og góð ímynd av muni millum kynini, sigur hon.
Og tað eru júst hesir munir, ið ikki hava verið umboðaðir í nóg stóran mun. Tað vil siga, at vit skulu inn á leikpallin við kvinnueginleikum, ið ikki eru har frammanundan, heldur hon.
Á sama hátt, sum mannligu eginleikar hava verið galdandi, skulu eisini kvinnuligir eginleikar verða galdandi.
- Sjálv eri eg væl kend í fíggjarheiminum og eg eygleiði á síðulinju. Vit sóu herfyri Tryggingarfelagið Lív verða handað fakfeløgum. Har vóru myndir av monnum, -stjóra, starvsfólkaleiðara, leiðara og so framvegis. Vit síggja myndir av TF-Holding, - menn og menn og menn. Bankarnir – Eik, Nordik, Suðuroyar Sparikassi og Norðoya Sparikassa, at kalla bara menn/vinmenn, sigur Bergun Kass.
Og hon heldur fram - Almannaverkið, -mestsum bara menn í fyrisitingini.
- Onkur kvinna dittar sær framat einum tey kalla HR, men sambært starvsfólkunum er hetta heitið ikki meira enn eitt heiti – óivað tí leiðandi ikki spæla við ella rokna hetta sum strategiskt amboð - fyritøkuni og fólkinum at frama, sigur Bergun Kass.
Hon staðfestir, at munurin skal fram, stilettirnar skulu fram.
- Minnist aftur á lítlu dóttir mína, tá hon einaferð so bønliga hugdi upp í eyguni á mær og spurdi, um eg ikki eisini kundi keypa mær skógvar, ið larmaðu. Til søguna hoyrir, at eg ikki fái brúkt stilettir, orsakað av breki í beininum. Var hørm hennara vegna, um mangulfullu mammuna hvat stíli viðvíkti, meira enn eg var hørm um meg sjálva. Men til ber at larma á annan hátt, sigur Bergun Kass.