hondum, sigur Jónsvein Knudsen, sum er við í samtakinum, ið hevur bjóðað upp á Fiskavirking. Annars hevur samtakið avtalað, at Tummas Christoperen í Vestmanna skal vera talsmaður fyri samtakið, so Jónsvein [...] avreiða í Føroyum, tí fáa teir Fiskavirking, verður í hvussu so er ikki avreitt uttanlands, uttan at tað loysir seg væl, leggur hann afturt. Hetta er eisini ein spurningur um at varðveita arbeiðið í landinum [...] fiskur fer at verða avreiddur í Føroyum. Tá fara skipini at føla eitt tættari tilknýti til Fiskavirking og tað kann føra til, at tað verður meiri arbeiði á Fiskavirkjunum í Føroyum og at minni fiskur fer
uppvaksin í Froðba og Sonja Olsen, f. Bech, fødd á Tvøroyri í 1929, men uppvaksin í Vestmanna. Sonja doyði á ungum árum í 1974, 45 ára gomul, og Óli doyði í 1990, 62 ára gamal. Børnini vóru 9 í tali, og [...] Elisabeth, Esther Maria og Benjamin. Ása var í nógv ár virkin í leiðsluni í Sjálvsstýrisflokkinum, har hon bæði var forkvinna í flokkinum í Suðurstreymoy og í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Føð [...] formaðurin í Heilsuhjálparafelag Føroya, har hon er leiðari fyri umleið 500 heilsuhjálparum. Ása, ið er ættað úr Øravík, arbeiddi í nógv ár sum bókhaldari fyri ymsar fyritøkur í suðri og í Havn. Eisini
Johild er ættað úr Vestmanna, dóttir Astrid og Karl Petersen í Gørðum. Astrid var av Steig í Sandavági og Karl var av Bakkanum í Vestmanna. Johild fór sum 2 1/2 ára gomul til Víkar at vera. Á ungum árum [...] Velinum í Vík. Johild giftist við Esbern á sínum 20 ára føðingardegi og fingu tey 5 børn, 1 drong og 4 gentur. Esbern doyði av ringari sjúku í 1971. Eftir tað fór Johild út at arbeiða, fyrst fór hon í handilin [...] henni fyri alt, hon er fyri okkum og ynskja vit henni nógv góð ár í framtíðini. Føðingardagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Vík leygarkvøldið kl. 18.00 og eru øll hjartaliga vælkomin.
Kirkjukórið, hevur nú í fleiri ár skipað fyri hesi hugnaløtu, í auluni í Vestmanna skúla, men nú kirkjan er umbygd verður hugnaløtan í kirkjuni. Á skránni verður røða, tónleikur, kórsangur og felagsangur [...] til hugnaløtuna í krikjuni. Aftaná sangin í sjávari kirkjuni er smyrjubreyð í kirkjukjallaranum. Tiltakið er heilt ókeypis, men fólk kunnu eins og seinast lata eitt oyra til Vestmanna Kirkjukór. Øll eru [...] Marni Hansen og Hannis Hansen úr Fuglafirði, teir fara at synga nøkur løg saman við kirkjukórinum. Vestmanna Kirkjukór, sum telur uml. 40 fólk og er undir leiðslu av Erlu Olsen, kemur eisini at framføra nakrar
Rok spældi eisini í Kagganum fyrsta vikuskiftið aftan á umvælingina, og nú eru teir aftur. Rok er bólkurin hjá Signar í Homrum úr Kjølum og Jóhan Ziskason úr Mark no limits. Hetta er ein av allar bestu [...] dansibólkum í landinum. Teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Kaggin hevur sett Eyðun Samuelsen sum tónleikasamskipari, og hann skipar fyri, at góður tónleikur altíð er at hoyra í Kagganum. Hetta [...] Spotfestivalinum og útgávukonsertina hjá Paradox. Kanska fyrstu ferð nakrantíð eru tónleikatiltøk ummæld í Kagganum.
meginøkið og Vestmanna og meginøkið og Vágar er á sama støði - nevniliga einir 1000 til 1100 bilar dagliga. Ì Vágunum búgva uml. 2,5 ferðir so nógv fólk sum í Vestmanna. Harafturat hava vit flogvøllin í Vágunum [...] fyri tunnilsfelagnum, at seta niður øll nýtslugjøldini - í hvussu so er - niður í helvt! Hvørt hetta verður gjørt í sambandi við broytingina í lóg um vektgjøld ella annað uppskot, er eins feitt fyri okkum [...] Vestmannasund. Tí meðan onnur í Føroyum sleppa við at gjalda úr kr. 3000 til landskassan, so skulu tey, sum koyra dagliga um sundið, og sum sleppa bíligast í Vágunum í minsta lagi gjalda kr. 12.000 til
Annika Olsen Fríggjadagin í farnu viku stillaði eg landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni ein skrivligan fyrispurning um føroyska luttøku í Bologne tilgongdini, ið er eitt heiti [...] ímillum 45 lond í Evropa innan hægri útbúgvingar. Spurningarnar vóru hesir: Hví eru Føroyar ikki við í Bologne avtaluni? Eru ítøkiligar ætlanir um, at Føroyar skulu innganga samstarv í Bologne avtaluna [...] avtala gjørd millum ráðharrar í skúlamálum úr Fraklandi, Onglandi, Týsklandi og Italiu um eitt felags stev innan hægri útbúgvingar í Evropa. Eitt ár seinni hittast ráðharrar aftur í Bologne fyri at útbyggja
verður hildin í Avhaldshúsinum í Haldórsvík frá kl. 18.00. 50 ára føðingardagur Leygardagin 26. november verður Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya 50 ár. Móttøka verður í heiminum á Berjabrekku [...] november hava Elly og Frederik Joensen í Vági diamantbrúdleyp. Dagurin veðrur hildin leygardagin 26. november kl. 16.00-20.00 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Vági. Øll, ið vilja gleða diamantbrúðarparið [...] Leygardagin, 26. november kl. 15.00 giftast í Skopunar kirkju Molly Elisa Torbjørnsdóttir Jacobsen og Sjúrður Højgaard. Leygardagin 26. november kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Sóley Mikkelsen av Skála og
týskvøldið kl. 21.00 í gomlu lærara íbúðini í Glyvra skúla. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur [...] Aftaná verður drekkamuður í Missiónshúsinum. Vestmanna: kl. 12.00, Inga Poulsen Dam. Talvan gongur fyri føroysku Sjómanskirkjuna. Adventshugni verður í kirkjukjallaranum í Vestmanna kl. 18.00. Sørvágur: kl [...] sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla
aftur frá marinuni í Inverness. Fort August sýntist fyri okkum sum eitt friðarligt og hugnaligt pláss. Mikumorgunin 20. juli kl. gott 9 fóru vit í slúsurnar í Fort Augustus - 5 slúsur í alt. Tá vit vóru [...] eina flótibrúgv í eini sonevndari " marinu". Vit høvdu trupulleikar við at fáa olju, tí stongt bleiv kl.17 á oljusøluni - vit náddu tað tó í evstu løtu, tí ætlanin var ikki at steðga leingi í Orknoyggjum. [...] vera í kanalini, minsta mark at gjalda er fyri eru 8 dagar. Gjaldið fyri 8 dagar kostaði fyri okkum einar 1500 kr. - vit fingu ein lykil, so vit høvdu atgongd til wc og brúsur og aðrar hentleikar í marinunum