Rok aftur í Kagganum

Rok spælir í Kagganum hetta vikuskiftið.

Rok spældi eisini í Kagganum fyrsta vikuskiftið aftan á umvælingina, og nú eru teir aftur. Rok er bólkurin hjá Signar í Homrum úr Kjølum og Jóhan Ziskason úr Mark no limits.
Hetta er ein av allar bestu og virknastu dansibólkum í landinum. Teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Kaggin hevur sett Eyðun Samuelsen sum tónleikasamskipari, og hann skipar fyri, at góður tónleikur altíð er at hoyra í Kagganum. Hetta hevur higartil ført til góðan dans hvørt vikuskiftið og fleiri áhugaverdar konsertir sum tann við Deja Vu og Peter Smith hóskvøldið, sýnisgluggakonsertina fyri Spotfestivalinum og útgávukonsertina hjá Paradox. Kanska fyrstu ferð nakrantíð eru tónleikatiltøk ummæld í Kagganum.