Longu seint í gjárkvøldið fóru ávaringarlúðrar í gongd í Ukraina. Russland hevði sett enn eitt álop í verk móti grannalandinum og grannafólkinum.
Sum kvøldið leið, og náttin kom, vóru ein røð av spreingingum at hoyra í ukrainsku býunum, Lviv, har vesturi í landinum og í høvuðsstaðnum, Kyiv.
Tað upplýsir ukrainska verjan á boðtænastuni, Telegram. Sagt verður, at í Lviv er tað serliga undirstøðukervið í økinum, sum hevur verið fyri álopum.
Sambært ukrainskum hernaðarmyndugleikum verður hildið, at Russland eisini hevur brúkt sonevndar Oresjnik-rakettir í sínum álopum í nátt.
Sagt verður, at Oresjnik-rakettirnar kunnu ferðast upp í heilar 12.300 kilometrar um tíman.
##med2##
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at Russland hevur lopið á høvuðsstaðin við bæði rakettum og dronum, og her hava verið spreingingar og eldur.
Boðini um álopini á Kyiv, komu bara minuttir eftir, at guvernørurin í Lviv-regiónini, Maksym Kozytskyj, hevði sagt frá álopum har vesturi í landinum.
Lviv-regiónin hevur mark til Póllands.
Í morgun vita ukrainskir miðlar at siga, at í minsta lagi fýra fólk hava latið lív í russisku álopunum í nátt, og í minsta lagi 19 fólk hava fingið løstir.













