Við Turid til næstu grannar okkara fyri sunnan

Ferð til Hetlands, Orknoyggjar, Skotlands og Suðuroyggjar við seksæringinum
m/b Turid av Tvøroyri í døgunum 10. til 25. juli 2005.

Útferð

Farið var av Tvøroyri til Hetlands Sunnudagin 10. juli kl.15. 30. Við vóru Finnbogi Joensen, Sverri Jensen og Kristjan Petersen. Ætlanin var, at fjórði maðurin, Rúni Jacobsen, eisini skuldi við - hann varð staddur umborð á partrolaranum Smaragd, sum partrolar við Juwel, á fiskileið eysturi í kantinum á Suðuroyarbankanum einar 40 fjórðingar úr landi.
Kl. 15. 30 tosaðu vit við Tórshavnar Radio og boðaðu frá túrinum. Teir á Tórshavnar radio bóðu okkum royna at fáa samband við Havrenning - sum er ein kappróðrarbátur, eitt seksmannafar úr Klaksvík, við fýra monnum umborð, sum róðu úr Føroyum til Hetlands.
Hetta játtaðu vit sjálvandi. Uml. Klokkan 17 fingu vit nýggjastu knattstøðuna hjá Havrenningi frá Tórshavnar radio. Teir vóru tá staddir 61.05 norður og 3.30 vestur.
Kl. 21 komu vit á knattstøðuna hjá partrolaranum Smaragd á 61.15 norður og 5.22 vestur.
Her tóku vit fjórða mannin, Rúna Jacobsen, umborð. Veðrið varð hampuligt har á leiðini einir 8 - 10 m/s sunnan.
Trolararnir høvdu júst endað túr, og skuldu inn at landa.
Mánamorgunin 11. juli kl. 7 komu vit á knattstøðuna hjá Havrenningi á 60.59 norður og 3.08 vestur og fóru uppá praj, veðrið var hampuligt har á leiðini, einar 10 m/s av útsynningi.
Frammanundan høvdu vit tosað við teir á Havrenningi í WHF - inum, og spurt teir, um tað var okkurt teir ynsktu, vit skuldu gera fyri teir. Teir svaraðu, at um vit høvdu onkran heitan mat, hevði tað komið væl við.
Vit kókaðu seyðarhøvd og epli til teirra. Menninir á Havrenningi høvdu tað gott, men vóru ógvuliga móðir.
Vit bjóðaðu teimum sleip, men teir tóku ikki av. Eftir at vit høvdu prátað eina løtu, ynsktu vit hvør øðrum góða ferð víðari og hildu leiðina fram til Hetlands - tá vóru vit staddir einar 40 fjórðingar úr Yellsundi.
Kl. 14.30 komu vit í Yellsund og boðaðu Shetland Coast Guard frá.
Kl. uml. 16.30 komu vit til Ulsta á Yelloy.
Kl. 18.30 fóru vit úr aftur Ulsta við kós móti Lervik á Mainland, har vit komu kl.22. Í Lervick vóru nógvir føroyskir bátar, umframt sluppin Johanna.
Oyggjaleikir vóru í Hetlandi, so nógv fólk var samankomið har í tí sambandinum.
Mikudagin 13. juli bunkraðu vit olju, soleiðis at vit vóru klárir at halda leiðina fram til Orknoyggjarnar.
Fríggjanáttina 15. juli bleiv veðrið til vildar, og vit fóru úr Lerwick klokkan 1 við kós móti Orknoyggjum.
Fríggjamorgunin Kl. 9.30 kom grønlendski trolarin m/t Polar Prinses tætt framvið okkum. Vit tosaðu við teir í WHF - inum. Við vóru 4 føroyingar - vit fingu eitt hugnaligt prát við ein teirra.
Kl. 12 nærkaðust vit Orknoyggjunum. Tær eru lágar á at líta og har vóru hvítar sandstrendur at síggja.
klokkan 16 komu komu vit til Kirkwall. Umstøðurnar at liggja har vóru góðar, vit lógu við eina flótibrúgv í eini sonevndari " marinu".
Vit høvdu trupulleikar við at fáa olju, tí stongt bleiv kl.17 á oljusøluni - vit náddu tað tó í evstu løtu, tí ætlanin var ikki at steðga leingi í Orknoyggjum.
Vit hugdu okkum eitt sindur um í Kirkwall - hann tyktist at vera ein hugnaligur býur. Har var m. a. ein urtagarður, eitt alment stað, ið varð gjørt soleiðis, at ein kundi fara inn hagar at "fordjúpa" seg, fáa ein innara frið ", stressa av".
Tá vit komu inn hagar, fingu vit eina serliga kenslu av friði - og larmur av ferðslu var ongin at hoyra, hóast hesin urtagarður varð mitt í býnum - hetta var eitt serligt upplivilsi fyri okkum.
Umleið kl. 23.30 fríggjakvøldið fóru vit úr Kirkwall. Hesuferð gekk leiðin til Inverness í Skotlandi.
Veðrið varð av tí besta, blika logn. Sunnudagin seinnapartin, tá vit fóru at nærkast Inverness, fór hann at vaksa vindin. Tað bleiv eitt frískt lot beint ímóti
Leygardagin 16. juli klokkan gott 16 komu vit inn um molan í Inverness.
Kl. gott 17 komu vit til fyrstu slúsuna við eystasta partin í Kaledóniuveit, har til ber at sigla gjøgnum norðurskotland, millum eystur- og vesturstrondina, tað var hesa leið vit ætlaðu okkum.
Kl. 17 góðust teir at slúsa bátar tann dagin, so vit máttu bíða eftir at vera slúsaðir inn til morgunin eftir á flóðini kl.8. Vit fingu loyvi at binda bátin við slúsuna, og kundu liggja har til dagin eftir, tað bleiv so gjørt.
Sunnumorgunin 17. juli kl. 8 fóru vit inn í fyrstu slúsuna. Tað ræður um at hava góðar, passaliga langar endar við, at brúka, tá mann verður slúsaður upp og niður í veitini.
Gjald verður verður tikið fyri at fara ígjøgnum veitina alt eftir, hvussu langur báturin er og, hvussu leingi ein ætlar at vera í kanalini, minsta mark at gjalda er fyri eru 8 dagar.
Gjaldið fyri 8 dagar kostaði fyri okkum einar 1500 kr. - vit fingu ein lykil, so vit høvdu atgongd til wc og brúsur og aðrar hentleikar í marinunum í allari veitini.
Tá vit vóru slúsaðir tvær slúsur upp, komu vit til tað fyrstu marinuna - " Sea Marina " í Inverness, vit løgdu at eini flótibrúgv og bundu bátin. Har í marinuni vóru ymiskir hentleikar - so sum vaskimaskina, brúsa og wc.
Inverness er eftir okkara metan ein hugnaligur býur at vitja, og fólkini har eru sum heild fyrikomandi og vinarlig. Har í marinuni vóru nógv fólk við ymiskum stuttleikabátum ymsastaðni frá úr verðini, nógv av hesum fólkum sýndu føroyska báti okkara stóran áhuga, tí ikki er so vanligt at síggja slíkar bátar í Kaledóniuveit.
Týsmorgunin 19. juli klokkan knapt 10 loystu vit fyri at vera slúsaðir longur upp í veitina - fyrst í 4 slúsur á rað í Inverness - síðani silgdu vit gjøgnum fyrsta partin av Kaledóniuveit, har var smalt og sera vakurt. Síðan komu vit til tvær aðrar slúsur. Tá vit vóru slúsaðir upp gjøgnum tær, komu vit til Dockgarrock við eysturendan av Loch Ness vatn.
Uml. kl. 13 komu vit inn í Loch Ness, vindurin var ímóti. Vit royndu at fáa eyga á tiltiknu og víðagitnu sjóslanguna " Nessie ", ella av summum nevnt Loch Ness ódjórið, men til fánýtis, annars hevði hon komið væl við fesk á pannuni, helt onkur skemtandi fyri. Óndar tungur vilja vera við, at tað bert eru fólk í ferðavinnuni, sum av og á síggja " Nessie ", í øllum førum eru nógvar søgur um hana í Skotlandi. Við Loch Ness vatn er eisini eitt fornminnissavn, har m. a. ymisk kavaraútgerð, sum hevur verið nýtt á rannsóknarferðum fyri at leita eftir Nessie, og ymiskar myndir, verða sýnd fram.
Eftir at vit høvdu silgt vestureftir á Loch Ness vatni í ein góðan tíma, løgdu vit inn á eina vík nevnd Drunnadrochit, har vit fingu okkum eina góða máltíð. Síðani silgdu vit víðari vestur gjøgnum Loch Ness vatn.
Kl. 16.30 komu vit til eina aðra vík, nevnd Foyers - har fingu vit okkum kaffi, og hugdu eftir toftunum av einari gamlari borg.
Uml. kl. 18 silgdu vit víðari vestureftir, á Loch Ness, framvegis vindur ímóti, hóast hann varð makaður nakað.
Kl. 19.30 komu vit til vesturendan av Loch Ness - til Fort August. Her løgdu vit at eini flótibrúgv í marinuni og bundu bátin.
Í marinuni í Fort August vóru góð viðurskifti fyri bátsmanningar. Wc, brúsur,vaskimaskina og telefon. Har lógu nógvir stuttleikabátar og summar kendu vit aftur frá marinuni í Inverness. Fort August sýntist fyri okkum sum eitt friðarligt og hugnaligt pláss.
Mikumorgunin 20. juli kl. gott 9 fóru vit í slúsurnar í Fort Augustus - 5 slúsur í alt.
Tá vit vóru slúsaðir upp í Fort Augustus, hittu vit nakrar føroyingar, tvørafólk, sum vóru á veg eystureftir til Fort Augustus í leigaðum báti. Vit fingu eitt stutt hugnaligt prát við tey, tey skuldu passa seg til slúsurnar, og høvdu tí skund.
Vit hildu síðani leiðina fram vesturyvir - tað var framvegis vindur ímóti.
Uml. kl. 11.30 komu vit til eina slúsu sum vit blivu slúsaðir upp ígjøgnum og uml. kl. 12 komu vit aftur til eina slúsu, sum vit somuleiðis blivu slúsaðir upp ígjøgnum. Nú vóru vit slúsaðir upp í fulla hædd. Síðani silgdu vit víðari vestureftir á Loch Oich.
Síðani komu vit til Great Glenn Waterpark i South Laggan. Her eru smáttur, sum fólk kunnu leiga, og ymisk útgerð so sum kano, smábátar, súkklur o. a., umframt eitt lítið baðiland. - Eisini er handil, matstova og ølstova.
Eftir ein styttri steðg sigldu vit gjøgnum Laggan, og vóru slúsaðir niður í eina slúsu, og sigldu síðani vesureftir á Loch Lochy, tá vit komu vil vestara part av Loch Lochy, vóru vit slúsaðir tvær slúsur niður í Garlochy, og sigldu síðani til seinastu slúsurnar - stutt frá Fort Williams við vestara enda á Kaledóniuveit, har vit komu umleið kl. 19.30. Her vóru wc- og baðimøguleikarnir ikki so góðir.
Hósmorgunin 21. juli kl. 8.00 fóru vit niður gjøgnum 8 slúsur á rað - og síðan tvær slúsur - Haðani fóru vit gjøgnum seinastu slúsuna úr havnini í Corpack - út úr kanalini til vesturstrond Skotlands - og fóru vit at sigla til býin Oban - har vit ætlaðu at bunkra olju til framhaldandi ferðina til Suðuroyggjar.
Hósdagin kl. 15 komu vit til Oban - vit bunkraðu olju har og ankraðu upp har á eini vík, meðan vit fingu okkum eina máltíð - Okkara uppliving av fólkunum í Oban var, at tey virkaðu ikki fyrikomandi.
Klokkan 19 fóru vit av víkini við Oban, har vit høvdu kastað akker. Kl. 22.30 komu vit til býin Tobbermoyri. - Á víkini lógu nógvir stuttleikabátar fyri teym, og inni á strondini lógu nógvar jollur og gummibátar sum bátsmanningarnar vóru farnar í land við.
Tobbermoyri tyktist at vera eitt stað, har nógv ferðafólk komu, m. a. sýntist nógv fólk, sum sigla við stuttleikabátum at hittast har.
Her var hugnaligt, men trupult hjá okkum at liggja við bryggju - Tað var fjarðandi sjógvur, so vandi var fyri, at báturin fór at fjarða turrur.
Vit fingu kortini eina hugnaliga løtu í landi í Tobbermoyri. Vit vitjaðju eina hugnaliga ølstovu við livandi skotskum tónleiki, og vit hittu og prátaðu við nøkur fólk, sum sigldu við stuttleikabátum.
Út við midnátt fóru vit aftur at sigla. Vit sigldu innan fyri Isle of Skye á veg til Stornoway í Suðuroyggjum. Tað var frískur vindur ímóti, og nakað av aldu, so líkindini at sigla vóru ikki av teimum bestu.
Fríggjadagin 22. juli kl. 17.30 komu til Stornoway . Vit løgdu bátin við eina flótibrúgv í marinuni, har var gott at liggja. Ætlanin var m. a. at bunkra olju dagin eftir. Har var friðarligt í Stornaway.
Leygadagin, tá vit skuldu bunkra, vísti tað seg, at maðurin, sum leveraði olju, ikki vildi at lata okkum olju frá oljupumpuni á kajuni. Vit blivu vístir til eina servicestøð fyri bilar í staðin, men hon lá langt frá havnaøkinum. Vit fingu ein vinarligan mann, sum arbeiddi uppá ein bát á bryggjuni at koyra okkum við dunkum eftir olju. Eisini kom ein annar vinarligur maður umborð til okkara við køkum til kaffi, hann hevði verið og ferðast í Føroyum, og hevði verið sera hugtikin av hesum túri.
Eisini fólkini á Coast Guardini í Stornoway vóru sera fyrikomandi, og góðu okkum allar teir upplýsingar vit bóðu um, við einum smíli, og søgdu, at vit altíð vóru væl komnir har til teirra, og bóðu okkum siga teimum frá, tá vit fóru at sigla heim til Føroya, so skuldu teir boða frá her heima, tað lovaðu vit at gera.
Leygarkvøldið 23. juli kl. 18 fóru vit úr Stornoway í Suðuroyggjum við kós móti Føroyum. Tað var nakað av vindi ímóti, og nakað av streymi, so tað gjørdist eitt sindur ófantaligt at sigla.
Kl. uml. 4 um náttina vóru vit við Ronuoy, vit høvdu framvegis frískan vind ímóti og harðan streym, so tað var framvegis nakað ófantaligt at sigla, ætlanin var at leggja inn í Ronu, men veðrið var ov vánaligt, so vit hildu beina kós móti Føroyum.
Mánamorgunin 25. juli kl. uml.9.30 vóru vit tvørs av Akrabyrgi, nú var veðrið batnað og ongin streymur, so tað var blivið slættari í sjónum.
Kl. 11 løgdu vit at bryggju á Tvøroyri. Vit boðaðu Tórshavnar radio frá, at vit vóru komnir fram í øllum góðum, og heittu á teir um at boða Stornoway Coast Guard frá, tað var í lagi, tað skuldu teir gera.
So var hesin spennandi túrur at enda komin.