Kann skapa til meiri arbeiði á fiskavirkjunum í Føroyum

Tað hevur týdning at varðveita Fiskavirking á Føroyskum hondum, halda nakrir av teimum, sum hava bjóðað upp á tað

Einskiljing av Fiskavirking

 Fiskavirking eigur at verða varðveitt á føroyskum hondum.
Tað halda nakrir av teimum, sum hava bjóðað uppá okkara nógv størstu fiskivinnufyritøku.
Freistin at bjóða upp á Fiskavirking, var úti mánakvøldið, men fyribils er bara upplýst, at eitt samtak av føroyskum reiðurum hava bjóðað.
 Vit halda, at tað er okkara skylda at royna at keypa Fiskavirking, so at tað kann varðveitast á føroyskum hondum, sigur Jónsvein Knudsen, sum er við í samtakinum, ið hevur bjóðað upp á Fiskavirking.
Annars hevur samtakið avtalað, at Tummas Christoperen í Vestmanna skal vera talsmaður fyri samtakið, so Jónsvein Knudsen hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar.
Hann váttar kortini, at teir hava bjóðað 80 milliónir upp á Fiskavirking.

Hava skyldu at bjóða
Hann vísir á, at vit skulu øll liva og virka í Føroyum og tí heldur hann, at tað beinleiðis er teirra skylda at bjóða upp á virkið.
Hann heldur, at Framtaksgrunnurin kann kanska fáa eitt sindur meiri fyri Fiskavirking frá onkrum útlendingi.
 Men fyri samfelagið er vandi fyri, at tað verður løtuvinningur og at tað hevði loyst seg betri at varðveitt tað á føroyskum hondum, hóast søluprísurin kanska verður eitt sindur lægri.
Jónsvein Knudsen sigur, at verður Fiskavirking varðveitt á føroyskum hondum, kann tað føra til, at meiri fiskur fer at verða avreiddur í Føroyum.
 Tá fara skipini at føla eitt tættari tilknýti til Fiskavirking og tað kann føra til, at tað verður meiri arbeiði á Fiskavirkjunum í Føroyum og at minni fiskur fer at fara óvirkaður av landinum.
 Tað er okkara endamál við at bjóða upp á Fiskavirking, sigur hann.
Tó leggur hann afturat, at tað er ikki beinleiðis nakað teir tráa eftir at fáa fatur á Fiskavirking.
 Eru tað onkrir aðrir føroyingar, sum keypa Fiskavirking, er tað í fínasta lagi, men tað hevur týdning at hon verður verandi á føroyskum hondum, sigur Jónsvein Knudsen
Heldur ikki Tummas Christophersen vil siga so nógv um ætlanina. Men hann staðfestir eisini, at eydnast tað teimum at fáa Fiskavirking, fer tað at eggja skipunum til at avreiða í Føroyum og sostatt fer tað at minka um útflutningin av óvirkaðum fiski.
Jónsvein Knudsen sigur, at hóast tað eru reiðarí, sum hava bjóðað upp á Fiskavirking er ikki ætlanin at leggja skip og virki saman.
 Men tað slepst ikki undan einum ávísum tilknýti, sigur hann.
Eisini Tummas Christophersen ásannar, at skipini fara at føla eina størri skyldu at avreiða í Føroyum, tí fáa teir Fiskavirking, verður í hvussu so er ikki avreitt uttanlands, uttan at tað loysir seg væl, leggur hann afturt.
 Hetta er eisini ein spurningur um at varðveita arbeiðið í landinum og tað eigur at hava stóran týdning hjá øllum pørtum, sigur Jònsvein Knudsen.
Hann sigur, at fáa teir Fiskavirking, er tað ikki endamálið at leggja partar í landinum lamnar. Tvørturímóti er ætlanin at varðveita sum mest arbeiði her, sigur hann.