Johild Jacobsen 75 ár

Leygardagin 26. november fyllir Johild Jacobsen í Vík 75 ár

Johild er ættað úr Vestmanna, dóttir Astrid og Karl Petersen í Gørðum. Astrid var av Steig
í Sandavági og Karl var av Bakkanum í Vestmanna.

Johild fór sum 2 1/2 ára gomul til Víkar at vera. Á ungum árum kom hon
at kenna Esbern, son Elspu og Matias á Morskranesi. Elspa var ættað
úr Velinum í Vík. Johild giftist við Esbern á sínum 20 ára føðingardegi og
fingu tey 5 børn, 1 drong og 4 gentur. Esbern doyði av ringari sjúku í 1971.
Eftir tað fór Johild út at arbeiða, fyrst fór hon í handilin á Bø, seinni fór hon
á flakavirkið, og tá tað lat aftur, fór hon í heimahjálpina, sum tað æt tá, og var
hon har til hon bleiv pensionerað.

Johild eigur 12 ommubørn og 2 langommubørn, og er hon okkum til stóra
hjálp um okkurt berst á.

Johild situr ikki hendur í favn, um hon er vorðin 75, hon hevur altíð verið røsk
at bundið, og tað er hon enn, so hevði alt sum hon hevur latið úr hondunum
verið lagt í eina rúgvu, so hevði tann rúgvan verið stór. Johild er eisini
virkin í Sunda Pensionistafelag, og eru tey úti og ferðast á nærum hvørjum ári.

Vit børnini við familju vilja ynskja henni hjartaliga tillukku við degnum, og
takka henni fyri alt, hon er fyri okkum og ynskja vit henni nógv góð ár í framtíðini.
Føðingardagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Vík leygarkvøldið kl. 18.00
og eru øll hjartaliga vælkomin.