Annika Olsen
Fríggjadagin í farnu viku stillaði eg landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni ein skrivligan fyrispurning um føroyska luttøku í Bologne tilgongdini, ið er eitt heiti fyri eitt samstarv ímillum 45 lond í Evropa innan hægri útbúgvingar. Spurningarnar vóru hesir:
Hví eru Føroyar ikki við í Bologne avtaluni?
Eru ítøkiligar ætlanir um, at Føroyar skulu innganga samstarv í Bologne avtaluna?
Kann landsstýrismaðurin útgreina hvørjar útbúgvingar eru góðkendar í altjóða høpi, og hvørjar útbúgvingar, ið ikki eru góðkendar ( sambært Bologne avtaluna)?
Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri, at allar hægri útbúgvingar í Føroyum fáa altjóða góðkenning?
Ùtbúgving er ein av hornasteinunum undir einum vælferðarsamfelag. Í visión 2015 verður útbúgvingarpolitikkurin sostatt høgt raðfestur sum ein partur av, at Føroyar skulu gerast millum fremstu tjóðir í 2015.
I Sorbonne 1998 bleiv avtala gjørd millum ráðharrar í skúlamálum úr Fraklandi, Onglandi, Týsklandi og Italiu um eitt felags stev innan hægri útbúgvingar í Evropa. Eitt ár seinni hittast ráðharrar aftur í Bologne fyri at útbyggja hetta samstarv. Hetta samstarvið hevur síðan fingið heitið Bologne avtalan.
Grundarlagið í hesari avtaluni er millum annað:
Ein harmonisering av útbúgvingunum
Eitt felags bachelor og master støði
Eitt felags pointssystem (ECTS-skipanin)
Gera tað lættari fyri næmingar og lærarar at lesa og undirvísa á øðrum hægri stovnum í Evropa (lestrar- og starvsmobilitetur)
Útbúgvingarnar skulu vera lættari at samanlíkna
Fremja Evropæiskt samstarv innan dygdarmennig
Staðfesta ábyrgdina hjá viðkomandi stovnum
Eftirmeting av útbúgvingarstovnum - bæði innanhýsis og uttanhýsis (akkreditering)
Samstarv um felags mannagond innan útbúgvingarskipanir
Síðan Frakland, Ongland, Týskland og Italia gjørdu hesa avtalu í 1998, eru fleiri evropeisk lond koman avtrat, harímillum Norra, Ísland og Danmark. Heili 45 lond hava í dag inngingið samstarv.
Tað kann tykjast løgið, at Føroyar ikki eru partar av avtaluni, meðan fleiri smátjóðir sum eitt nú Luxembourg og Liechtenstein, eins og Norra og Ísland, hava inngingið samstarv. Harafturat eru eisini fleiri lond, sum ikki eru limir í ES, partar av Bologne avtaluni. At Føroyar ikki eru partar av Bologne avtaluni kann tykjast sera undranarvert, eftirsum landsstýrið hevur sett sær sum mál at gerast millum førandi tjóðir í heiminum í 2015, har útbúgingarpolitikkurin skal bera ein stóran part.
Tað er neyðugt, at Føroyar gerast limir í einari tílíkari avtalu sum Bologne avtalan, um føroyskar útbúgvingar skulu góðkennast í altjóða høpi. Tað er av stórum týdningi, at aðrir hægri stovnar í Evropa kenna til føroysku útbúgvingarnar, sostatt at føroysk lesandi frítt kunnu flyta frá einum hægri stovni til annan í Evropa uttan at missa tey fak, tey longu hava tikið á eitt nú Fróðskaparsetrinum. Hetta gevur ein størri fleksibilitet og mobilitet bæði hjá næmingum og stovnum.
Mangan eru føroysk lesandi komin í eina tvístøði, tá ið tey skulu flyta frá eitt nú Fróðskaparsetrinum og Sjómansskúlanum til ein annan hægri lærustovn í Evropa. Tvístøðan stendst av, at útbúgving teirra ikki er altjóða góðkend, og hava tey lesandi tískil ofta verið noydd at taka partar av útbúgvingini umaftur og í ringasta føri byrja heilt av nýggjum.
Ein annar trupulleiki er, at ikki allar føroysku víðarigangandi útbúgvingar hava góðkent bachelor støði. Hetta ger seg millum annað galdandi á Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum. Her ber ikki til hjá teimum lesandi at taka eina bachelor útbúgving og síðani taka eina kanditatútbúgving uttanlanda, tí at útbúgvingin á Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum ikki er altjóða góðkend. Hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri Sjómans-og Maskinmeistaraskúlan. Vandi kann vera, at næmingar tá heldur vilja taka sjómans- og maskinmeistaraútbúgvingina uttanlanda, so teir fáa eina útbúgving við altjóða góðkenning.
Sjálvt um Føroyar ikki eru limir í ES, so ber tað væl til at fáa eina smidliga útbúgvingarskipan við Bologne avtaluni, soleiðis at hægri útbúgvingar í Føroyum og føroysk lesandi fáa altjóða gókenning og viðurkenning.