norðurlondum. Handanin hjá Norðurlandaráðnum verður í Operuni í Oslo, og norska kringvarpið NRK skal standa fyri framleiðsluni av handanini. - Tað hevur í longri tíð verið ynski frammi um at gera handanina [...] Norðurlandaráðið í oktober fer at handa sínar til heiðurslønir til tónleik, skaldskap, film, umhvørvi og barna- og ungdómsskaldskap verður handanin fyri fyrstu ferð send beinleiðis í sjónvarpi í øllum norðurlondum [...] Handanin av heiðurslønunum hjá Norðurlandaráðnum er á hvørjum ári í sambandi við Norðurlandaráðsfundin, og í ár verður hetta 30. oktober. Umframt eina heiðursløn fáa teir fimm vinnararnir eisini 350.000 krónur
Nú fáa heimleys í Havn eitt dagtilhald, ella eina hitastovu, sum tey kalla tað. Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at játta 500.000 krónur ú stuðuli, so at Frelsunarherurin kann skipa eitt dagtilhald [...] umframt mat, eisini fáa høvi til at taka lut í smærri ítrivum. Væntandi verður Hitastovan klár at taka í nýtslu um einar tríggjar mánaðir. Á býráðsfundinum í kvøld fegnaðust býráðslimir um, at tað loksins [...] loksins er komið hartil, at heimleys fáa eina hitastovu í Havn, so at tey ikki liggja úti á berjólum í øllum veðri um dagarnar.
Vilt tú verða vertur í ungdómssendingini MúS, sum Klippfisk framleiðir til Kringvarpið í vetur? MúS verður framleidd av fleiri ungum nýhugsandi og kreativum fólkum, sum vilja gera eina stuttliga og áhugaverda [...] áhugaverda sjónvarpssending, ið ikki áður er sædd í Føroyum. Internetið er nokkso gjøgnumgangandi í sendingini, men hon er tó bestemt ikki nøkur teknik-nørda sending - og tað er ikki neyðugt at vita so nógv [...] nógv um internetið fyri at vera við. Til ber at tekna seg til audition í seinasta lagið í morgin, mikudagin 15. oktober á teldupostadressuna hjá Klippfisk klippfisk@klippfisk.fo. Klippfisk leita eftir einum
og liðfelagarnir í ÍBV við evropeiska avbjóðing úti í Heimey. Í dag leikti ÍBV fyrra dystin í innleiðandi umfarinum í Europa Cup kappingini móti MK Holon úr Ísrael. Talan gjørdist um eina málríka uppgerð [...] uppgerð, ið ÍBV vann 41-35. Í steðginum var ÍBV á odda 20-18. Løtan í seinna hálvleiki, har ÍBV fór frá einari 27-26 leiðslu til eina 31-26 leiðslu var rættiliga avgerandi. Eftir tað eydnaðist at halda frástøðuna [...] Djurhuus skoraði trý mál og Dánjal Ragnarsson skoraði tvey mál fyri ÍBV. Í morgin klokkan 17 spæla liðini seinna dystin úti í Heimey. Tá hevur MK Holon tekniska heimavøllin eftir, at liðini avráddu at spæla báðar
gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í inni á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum. Talan var um, at eldur var komin í eina slangu til eina gassfløsku, sum varð brúkt til okkurt arbeiði inni [...] Sløkkiliðið kom á staðið, men sum skilst í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni stóðst ikki nakar serligur skaði av hendingini. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tá eldurin var [...] fólkaskaði stóðst av hendingini. Løgreglan sigur, at arbeiðseftirlitið hevur fingið fráboðan um hendingina á Vaðhorn á Strondum í gjár.
Finnland sum tað fyrsta landið í heiminum loyvdi kvinnum at stilla upp, og í tí nývalda tjóðartinginum eru 42 prosent kvinnur. Harafturat hevur landið eina kvinnu, Tarju Halonen, í forsetaembætinum. [...] heimsmeti. Í onkrum londum er javnvág ímillum kvinnur og menn í stjórnini, men at 60 prosent av ráðharrunum eru kvinnur man vera heimsmet, sigur politiski viðmerkjarin Jaana Kuusipaho við NTB. Í ár eru 100 [...] -Eg vil hava eina stjórn, sum virðið javnrættindini hjá kynunum, segði Matti Vanhanen,. forsætisráðharri, tá hann kunngjørdi ráðharralistan í gjár. Listin vísti eisini, at forsætisráðharrin hevði fingið
at stjórna tí stóra kórinum. Hann starvast í løtuni sum tónleikalærari við bíbliuskúlan í Børkop, men hevur altso sett eina viku av til eina Føroya-vitjan í oktober mánaði. Hann er tó ikki ókendur við [...] Hetta skeiðið verður hildið í heystfrítíðini á hvørjum ári í Leguhúsinum í Nesvík, har útivið 200 fólk í øllum aldri savnast til sang, bíbil og bøn. Fyrireikingarnar til ársins sangskeið eru longu byrjaðar [...] har hann og Ásbjørn Berthelsen av Strondum ferðaðust runt í Danmark og evangeliseraðu við sangi og tónleiki. Ta ferðina vóru tey eisini á vitjan í Føroyum.
at syngja við av hjarta. Í samband við eina verkætlan, ferðast bólkurin runt landið at halda konsert fyri fólkaskúlanæmingum. Eisini hava tey givið út enn eina fløgu, sum kom í handlarnar hósdagin. Jóanes [...] M?as Blues Band setti veruliga lív í bæði næmingar og lærarar í Christianskirkjuni hósdagin. Tað vóru 1.? 7. flokkarnir í Norðoyggjum, sum vóru komin at lurta eftir Emmu og teimum, ið væl uppløgd sum altíð [...] Jóanes Jakobsen sigur, at hetta er ein liður í at skapa forstáilsi fyri teimum menningartarnaðu. Konsertin hósdagin var sera væl eydnað, og hetta var fyrtsu ferð, at tey hava sungið fyri so nógvum áhoyrarum
Í mai varð fyrrverandi Paradise Hotel vinnarin, Teitur Skoubo, dømdur tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, fyri eina neyðtøku í Odense afturi í november 2021. Teitur noktaði seg sekan og kærdi avgerðina [...] býarættinum á staðnum – men varð varðhaldsfongslaður umgangandi. Í gjár byrjaði rættarmálið í landsrættinum. Ákærumyndugleikin krevur eina herðing av dóminum, meðan verjin hjá Teiti krevur fríkenning og [...] verður fríkendur, so skal ríkiskassin rinda sakarkostnaðin fyri bæði bý og landsrættin. Herumframt hevur hann krav uppá eitt endurgjald fyri varðhaldsfongslingina. Endurgjaldið kemur at liggja á umleið 200
Jysk - hevur boðað frá, at allir 105 handlarnir hjá fyritøkuni í Noregi fara at hava stongdar hurðar í morgin, leygardagin 22. oktober. Orsøkin er, at øll starvsfólkini hjá Jysk í Noregi eru boðin í ársveitslu [...] ársveitslu í Oslo í morgin. Men, hóast handilshurðarnar ikki vera opnar í morgin, verður nethandilin kortini opin. - Vit brúka eina rúgvu av pengum til veitslutiltakið - umframt, at allir okkara handlar í Noregi [...] Noregi eru stongdir í morgin. Leiðarin hjá Jysk Norge, Martina Pohjanen, sigur, at samtakið vil geva starvsfólkunum eina góða uppliving og takka teimum fyri gott arbeiði. Martina Pohjanen sigur seg fegnast