Beint fyri klokkan 11 gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í inni á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum.
Talan var um, at eldur var komin í eina slangu til eina gassfløsku, sum varð brúkt til okkurt arbeiði inni á virkinum.
Sløkkiliðið kom á staðið, men sum skilst í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni stóðst ikki nakar serligur skaði av hendingini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tá eldurin var sløktur, var gassfløskan køld niður fyri at tryggja, at einki meira hendi.
- At síggja til hendi ikki størri skaði enn tað, sum var kring slanguna og fløskuna, og eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.
Løgreglan sigur, at arbeiðseftirlitið hevur fingið fráboðan um hendingina á Vaðhorn á Strondum í gjár.











