-Eg vil hava eina stjórn, sum virðið javnrættindini hjá kynunum, segði Matti Vanhanen,. forsætisráðharri, tá hann kunngjørdi ráðharralistan í gjár. Listin vísti eisini, at forsætisráðharrin hevði fingið sín vilja, tí av teimum 20 ráðharrunum eru 12 kvinnur.
Kortini eru tað menn, sum umsita tey týdningarmestu málsøkini so sum fíggjar-, verju- og uttanríkismál.
-Hetta líkist einum heimsmeti. Í onkrum londum er javnvág ímillum kvinnur og menn í stjórnini, men at 60 prosent av ráðharrunum eru kvinnur man vera heimsmet, sigur politiski viðmerkjarin Jaana Kuusipaho við NTB.
Í ár eru 100 ár, síðani Finnland sum tað fyrsta landið í heiminum loyvdi kvinnum at stilla upp, og í tí nývalda tjóðartinginum eru 42 prosent kvinnur. Harafturat hevur landið eina kvinnu, Tarju Halonen, í forsetaembætinum.