Handan beinleiðis í norðurlendskum sjónvarpi

Tá ið Norðurlandaráðið í oktober fer at handa sínar til heiðurslønir til tónleik, skaldskap, film, umhvørvi og barna- og ungdómsskaldskap verður handanin fyri fyrstu ferð send beinleiðis í sjónvarpi í øllum norðurlondum.

Handanin hjá Norðurlandaráðnum verður í Operuni í Oslo, og norska kringvarpið NRK skal standa fyri framleiðsluni av handanini.

- Tað hevur í longri tíð verið ynski frammi um at gera handanina av heiðurslønunum meira tíðarhóskandi og koma út til eina størri fjøld við teimu. Við hesari nýggju sjónvarpshandan vóna vit at eftirlíka hesum ynskjum, sigur Marit Nybakk, sum er forseti fyri Norðurlandaráðið.

Handanin av heiðurslønunum hjá Norðurlandaráðnum er á hvørjum ári í sambandi við Norðurlandaráðsfundin, og í ár verður hetta 30. oktober.

Umframt eina heiðursløn fáa teir fimm vinnararnir eisini 350.000 krónur hvør.