Í mai varð fyrrverandi Paradise Hotel vinnarin, Teitur Skoubo, dømdur tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, fyri eina neyðtøku í Odense afturi í november 2021.
Teitur noktaði seg sekan og kærdi avgerðina hjá býarættinum á staðnum – men varð varðhaldsfongslaður umgangandi.
Í gjár byrjaði rættarmálið í landsrættinum. Ákærumyndugleikin krevur eina herðing av dóminum, meðan verjin hjá Teiti krevur fríkenning og endurgjaldskrav.
- Um Teitur verður fríkendur, so skal ríkiskassin rinda sakarkostnaðin fyri bæði bý og landsrættin. Herumframt hevur hann krav uppá eitt endurgjald fyri varðhaldsfongslingina. Endurgjaldið kemur at liggja á umleið 200.000, sigur verjin hjá Teiti, Nicolai Berg.
Nicolai Berg fortelur eisini, at landsrætturin verður seinasta stoppi hjá Teiti. Harvið verður niðurstøðan hjá landsrættinum í morgin altavgerandi fyri lagnuna hjá Teiti.











