M?as Blues Band setti veruliga lív í bæði næmingar og lærarar í Christianskirkjuni hósdagin.
Tað vóru 1.? 7. flokkarnir í Norðoyggjum, sum vóru komin at lurta eftir Emmu og teimum, ið væl uppløgd sum altíð fingu øll at syngja við av hjarta.
Í samband við eina verkætlan, ferðast bólkurin runt landið at halda konsert fyri fólkaskúlanæmingum.
Eisini hava tey givið út enn eina fløgu, sum kom í handlarnar hósdagin.
Jóanes Jakobsen sigur, at hetta er ein liður í at skapa forstáilsi fyri teimum menningartarnaðu.
Konsertin hósdagin var sera væl eydnað, og hetta var fyrtsu ferð, at tey hava sungið fyri so nógvum áhoyrarum á eini innadura framførslu.
Á fløguni, ?Hetta er eisini mítt land II?, sum hevur 12 løg, fara ivaleyst fleiri at gerast landaplágur.










