nógvir av okkara vinum í Hetlandi. Men lívið stendur ikki í stað, og tey vinabond, sum vórðu knýtt tá, eru framvegis har, eld men ikki slitin. Byrjanin til hesa afturvendandi vitjan var ferð T.B.s í 1956 og [...] saman aftur tað, sum var slitið. Um áhugi verður fyri hesum er ætlanin at skipa fyri einari ferð til Hetland til heystar, soleiðis at vinabondini aftur verða bundin saman. Tað er ætlanin at fáa øll tey, sum [...] Tað var soleiðis, at annaðhvørt ár varð farið til Hetlands og teir komu at vitja hjá okkum. Hetta hevur verið ein afturvendandi hending líka síðan T.B. fyrstu ferð í august 1956 var sína fyrstu ferð har
høgravending, nevniliga, at vit helst ikki hava ráð til at vera hvørki sosial ella demokratisk eftir at vit hava loyst, serliga tá ein í sjónvarpinum hoyrdi ein annan av (eks? -) tjóðveldiskongunum siga seg [...] búskaparliga at hava til væntandi økta talið av pensionistum í Føroyum. So til henda skemtiliga, men tó so undarliga pástand um, at blokkurin mest sum óskerdur fer aftur í statskassan. Er tað ikki fyri læntan pening [...] Nú royni eg meg aftur, og sjálvt um eg ikki mærvitandi eri í slekt við sjálvan Nostradamus, hevði eg rætt. Tað hevði ein og hvørt havt, ið ikki var bæði deyvur og blindur, bara hann vildi. Ein av »De Hellige
seyðinum, var ætlanin hjá tveimum at fáa sær nøkur havhestaegg, meðan hinir leitaðu sær til hús. Men tað gekst ikki sum ætlað hjá tí 20 ára gamla, tí sum hann gekk loysnaði ein bøkkur undan honum og hann [...] oman eftir einum bratta, har hann steðgaði. Skilamaður Tá vóru sum sagt teir flestu menninir farnir til hús, men Tummas Hans Gaardlykke var hin, ið eftir var, og hann var skjótur at fáa boðað løgregluni [...] Atlantsflog fór beinanvegin avstað við 2 løgreglumonnum, lækna og 2 monnum frá Tyrludeildini, men hon fekk ikki sett seg tætt við, har ungi maðurin lá. Hon fleyg so aftur eftir 5 monnum aftrat, tí neyðugt var at
Stendur tað til nýggja landsstýrið, so skulu føroyskir veljarar ikki longur hava ávirkan í donskum politikki. Tað sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður við danska blaðið. Vit skulu ikki hava ávirkan í Danmark [...] nærmasti samstarvspartur okkara. Ætlar ikki kollvelting Okkara ynski um størri sjálvstýri skal ikki skiljast soleiðis, at vit vilja kollvelta alt samfelagið frá einum degi til annan, sigur Anfinn Kallsberg. [...] Kallsberg. Spurdur um hann heldur tað ber til at hava ymiskar skipanir fyri Føroyar og Grønland í fólkatinginum, sigur løgmaður, at Grønland, sum hevur sína avtalu, ikki um neyðugt nýtist at takast við í samráðingum
danska og føroyska lóggávan ikki longur hevur nakað til felags, og vit ongan peningastyrk fáa úr Danmark, sigur Óli Breckmann. Ikki so leingi sum vit fáa blokstuðul Hann veit ikki, hvussu skjótt hetta kann [...] gerast, men vænar ikki at blokstuðulsskipanin fellur burtur í knappari vending. So leingi sum stuðulin verður veittur føroyska samfelagnum, verður føroyska umboðanin í Fólkatinginum ikki avtikin. Føroyskt [...] Óli Breckmann kann góðtaka at fólkatingsessur hansara verður avtikin, men hann vænar ikki, at tað verður í bræði. Tað er helst meirluti í samgonguni fyri at avtaka fólkatingssessirnar, og tað hevur eisini
Suðuroy siga, at tey taka sær tað so nær, at Páll Vang ikki slapp í Landsstýrið, at tey umhugsa í fullum álvara slett ikki at stilla uppaftur til komandi løgtingsval. Siga tað, sum sigast skal - á røttum [...] er ómetaliga misnøgdur við, at landsstýrisevnið teirra ikki fekk undirtøku frá flokkinum. Hann vil annars ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Men hann sigur, at málið verður tikið í størsta álvara [...] Men er tað rætt, at tit taka málið so álvarsliga, at tit umhugsa slett ikki at stilla upp til komandi løgtingsval? Eg veit ikki, hvør niðurstøðan verður. Men tað er rætt, at tað hevur verið nevnt.
Danski studningurin til Grønlands (49,3 mia. kr.) og Føroyar (9,8 mia. kr.) í hesum tíðarskeiði er tá drigin frá (allar upphæddir eru umroknaðar til 1994-kr.) Keldurnar til upplýsingarnar í frágreiðingini [...] vildi danska stjórnin heldur hava eina skipan, so Nato-kravið til limalondini um at nýta ein ávísan minstapart av bruttotjóðarúrtøkuni (GNP) til hernaðarendamál varð linkað samsvarandi. Hetta ynski dana [...] um kemur eru tað danir, ið kunnu takka síni hjálond fyri ein ikki óumvarðandi part av sínari egnu vælferð! ? Bankamálið er »peanuts« í mun til tann veruleika, ið her byrjar at grógva fram. Neyvan nakrantíð
taka støðu til, er næstan borðbært, men eisini bara næstan. Høvuðsbroytingarnar Smbt. uppskoti stýrisins skal tað ikki longur vera neyðugt hjá leiðsluni at spyrja umboðsnevndina, um SEV til muns skal vaksa [...] framyvir verður stýrið og ikki umboðsnevndin, sum ásetur setingartreytirnar hjá stjórananum og ger reglugerðir fyri virksemi hansara; - at tað framyvir verður stjórin, og ikki stýrið, sum setur og loysir [...] ongantíð er sloppið til viðgerðar, tí leiðslan hevur tengt tað uppí sítt egna uppskot, sum jú hevur verið leingi ávegis. Opnir umboðs- nevndarfundir Umboðsnevndarfundir SEV?s eru ikki almennir. Soleiðis
tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju [...] basaltinum og bara bíðar eftir at verða tikin upp til gagn fyri hetta fólkið og ikki minst fyri okkara eftirkomarar. Eyðun Elttør heldur, at vit eiga ikki bara at hugsa um dagin í dag. Sjálvur sær hann uppgávu [...] ætli mær ikki at liggja á tí lætu síðuni men fara til verka og hyggja frameftir. Nakað av tí fyrsta, sum Eyðun Elttør fer at kunna seg við, eru ætlaninar um eina komandi útbjóðing. Hann vil ikki lova nakað
GÍ, sum enn ikki rættiliga hevur livað upp til tað, fólk høvdu væntað av teimum, men eingin ivi er um, at gøtumenn fara at vera millum liðini, sum stríðast fyri heiðursmerkjum, hóast teir ikki liggja heilt [...] Herfyri segði Jan Dam, liðskipari hjá HB, í útvarpinum, at hann ikki var samdur við metingunum hjá fjølmiðlunum um, at HB í ár er favorittur til at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1990. Øll vita [...] gerast sterkari, meðan tey veikaru, sum heldur ikki eru eins væl fyri fíggjarliga, gerast veikari. Hetta sæst best aftur í, at teir góðu spælararnir fara til tey góðu liðini. Við øðrum orðum gerast tey ríku