samfelagsliga stevnan. Tí er tað so ringt at reka vinnu í Føroyum, tí tað er ikki skilvísi, sum verður sett í hásæti í politisku skipanini. Sum vit hava sagt fyrr, so er tað at taka í so rívan til [...] sett ein nýggjan stjóra í felagnum, sum er ein hin heitasti talsmaðurin fyri at taka av øll gjøldini frá Vága Floghavn, sum tyngja flogferðaseðlarnar. Jákup Sverri Kass, marknaðarstjóri hjá [...] aðrar havnir, uttan tyngjandi gjøld til ferðafólkið. Men tað er í lagi, at vit nú geva kappingini ein kjans at lækka prísirnar. Annars er uppgávan stór, men hetta hevur so stóran týdning fyri samfelagið
burtur sera órímuligar ágóðar, sum teir sjálvir fáa. Tá eru undanførslurnar nógvar. Ólíka lættari er at skerja rættindi hjá til dømis pensjónistum og vanligum lønmóttakaranum. Tá eru [...] nettoløn, enn arbeiðsgevarin hjá teimum, sum er løgmaður. Tað mátti ikki verið neyðugt at sett nevndir í hópatali at finna út av, at hetta er ein sera órímulig skipan. Var skomm skapt í tingmonnum [...] eitt! – Eg haldi, at tað er neyðugt at gera broytingar, men vit eiga at virða okkara starv, tí vit gera øll eitt gott arbeiði, segði løgmaður í tinginum mikudagin. Valla er nakar ímóti, at løgmaður
tá hann kallaði Lars Løkke Rasmussen eitt »R«-hol. Nú er Tórbjørn Jacobsen altíð illur við onkran, og konspiratiónsteoriirnar hjá honum eru ikki altíð so líka til. Men eyðvitað hevur [...] honum, at Sjúrður Skaale er valdur á fólkating. Tjóðveldi misti fólkatingsessin hesaferð. Men tað sum kanska hevur sviðið enn fastari hjá Tórbjørn Jacobsen er kanska, at tjóðveldis
sannleikan hendan dagin, so var støðan ein onnur. Tí tað er ein erlig sak at miseydnast ella ikki at røkka til sum vinnulívsmaður. Tað er ikki kriminelt at fara á húsagang, og vit hava ikki lagt [...] og at ein og hvør kann fáa fatur á teimum, so er tað ikki so, sum løgmaður sigur. Sosialurin hevur tí biðið løgmann útvega okkum búroknskapirnar, so teir kunnu almannakunngerast, men løgmaður [...] tíðindaskrivi í gjár boðaði frá, at hann var skeivt endurgivin, so stendur tað rimmar fast, at løgmaður er rætt endurgivin, og tað kunnu øll tey mongu fólkini, ið hoyrdu samrøðuna, vátta. Tað sker eisini
at hann er tvævetur. Um trý ára gamlar veðrar, siga vit, at hann er trævetur. Haðani stavar heitið á nýggju ølini. Trævetur, ella Tripple Ram, sum enska heitið er, borgar fyri góðsku, og er tað bjór [...] tíð. Smakkurin er »vinøsur og komplekstur«, siga tey av Føroyar Bjór. – Hetta er ein øl, sum veruliga stútar og hevur stoltleika, verður sagt frá Føroya Bjór. Hóast tað nú er loyvt at bryggja [...] – Vit fegnast um, at tað nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum, og er hettar tann fyrsta sterka ølin, ið vit nú hava bryggjað, verður sagt av Føroya Bjór. Tað verður vanliga sagt um tvey ára gamlar
hvussu syndarligt tað er, at tað ikki ber til við einum ungdómsportali. Og tað er spell, at lýsarar ikki hava áhuga í tí smala marknaðinum, sum ungdómurin er. Eyðvitað er tað trupult at geva út [...] marknaðin - sum skulu verða betri og bíligari. Kanska onkur heldur uppá, at gomlu miðlafyritøkurnar taka alt ov høgar prísir, og at vit ikki duga eins væl, sum hesi vællærdu fólkini, sum siga seg seta [...] um útboð og eftirspurning í hásæti. Og so koma umberingar. Men tað sum verður gloymt í øllum hesum er tað mest grundleggjandi av øllum: Púra vanligur handilsskapur! Heldur enn at dumpa prísir og undirbjóða
ein nýggjur formaður fóta sær í einum flokki, sum er so nógv merktur av vargum, sum Javnaðarflokkurin er. At hann er settur út í myrkrið er heldur ikki so løgið, tí hvat skal man brúka ein slíkan [...] Men tað, sum higartil er komið úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum ber ikki boð um, at flokkurin ætlar at vaksa. Tað er hinvegin beinleiðis fordummandi at hoyra tveir teir elstu í fjøl [...] samstarvsflokk til, sum ikki ein gong kárar at skipa neyðarsligu tingmanningina í tingnevndirnar? Tað líkist meiri eini niðurbræðingarprosess, sum gomlu gubbarnir í Javnaðarflokkinum
67 árum og eldri, og her er eftirspurningurin sera stórur.?? – Endamálið við tiltøkunum í Smæruni er, at eldri borgarar kunnu betra ella varðveita møguleikarnar fyri at liva eitt so virkið [...] Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.?? – Smæran - Ven og Virka – er venjingarhøli hjá Klaksvíkar kommunu og Nærverkinum, sum er innrættað í hølunum undir Sambýlinum á Heygnum. Smæran liggur [...] eins og endamálið er at fremja góða heilsustøðu og at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni.?? Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður sagt, at Smæran – Ven og Virka - longu er ein sólskinssøga
Tað er ymiskt, hvat verður kravt, um tey nomineraðu ikki taka við avbjóðingini, men í allar flestu førum er tað tó ein biograf-túrur, sum stendur upp á spæl. Tá Kringvarpið leygardagin tosaði við [...] merkt ein vaksandi áhuga. - Eg haldi at fólk hava gingið meira í biograf seinastu dagarnar. Og í fleiri førum er talan um fólk, sum hava lopið, men sum so kortini eisini taka bio-túrin, so hetta hevur [...] ávirkað okkum positivt, segði Johhny Olsen við Kringvarpið. Stjórin í Havnar Bio, Jákup Eli Jacobsen, er ikki eins avgjørdur, tá vit settu honum sama spurning. - Tað hava gingið nógv fólk í biografinum
konsert, har allar inntøkurnar frá atgongumerkjunum fara til Børnecancerfonden. Tað verða kend dosnk nøvn, sum hava havt nógv samstarv við Christopher Entertainment, sum fara at syngja [...] Keld Heick, Jacob Andersen, Jesper Asholt og The Blue Van. Eisini føroyska songkvinnan Guðrun Sólja Jacobsen verður partur av tiltakinum. Konsertin hjá Christopher Entertainment verður [...] Í 25 ár hevur Christopher Entertainment virkað í donskum tónleiki. Felagið hevur umboðað tónleikabólkar og tiltøk og hevur bókað hópin av bólkum – bæði donskum og útlendskum – til