Um Thorning er Barbie er Tobbi so Ken?

Summir menn tola bara ikki at tapa. Men nakrir menn tola so slett ikki at tapa fyri kon­u­fólki. Um tað er or­søk­in til, at tjóð­­veld­is­ting­mað­ur­in Tór­bjørn Jacobsen sunn­u­­náttina kallaði Helle Thorn­ing-Schmidt eina »tóma bar­b­i­e-dukku« í eini face­book við­­merk­ing á Port­al­i­num, skal vera ósagt. Men ikki ser­liga pol­it­iskt búgvið av ein­um løg­tingsmanni.

Tað gav jú at bíta hjá Kára á Rógvi, tá hann kall­aði Lars Løkke Ras­mussen eitt »R«-hol. Nú er Tórbjørn Jac­obsen altíð ill­ur við onkr­an, og kon­spir­­a­­tións­­te­­­o­­ri­ir­nar hjá honum eru ikki altíð so líka til.

Men eyðvitað hev­ur tað svið­­ið fast hjá hon­um, at Sjúrð­ur Skaale er vald­ur á fólka­ting.

Tjóðveldi misti fólk­a­ting­sess­in hes­a­­ferð.

Men tað sum kanska hev­­ur svið­ið enn fast­ari hjá Tór­­bjørn Jac­ob­sen er kanska, at tjóð­veld­is­velj­a­rar s­o slett ikki vilja hava Tórbjørn Jac­obsen á fólk­ating. Hann fekk bara 142 at­kvøð­ur.
At tað so eru fýra kvinn­ur í Tjóð­veldinum umframt Høgna Hoydal, sum hava nógv meira upp á seg enn Tór­bjørn Jac­­ob­­sen, fær kanska mann­in at síggja reytt: Bjørt Sam­u­el­sen, Ann­ita á Fríð­riks­mørk, Gunn­vør Balle og Óluvá Klettskarð fingu allar fleiri atkvøður enn Tór­bjørn Jacobsen.

Barbie-dukkur ella ikki. Vit halda all­ar hesar fýra tjóð­­veld­­is­­kvinn­­urnar vera góð og virð­ilig umboð, sum ikki bara stoya og larma og seta seg sjálv­an í fokus allatíðina. Slík­um kunnu menn læra av. Eisi­­ni primitivir menn...