Stakkals Aksel...

Ei undur í, at Javn­að­ar­flokk­ur­in tyk­i­st slig­in á nev­ið eft­­ir ván­a­li­g­asta val­úrs­lit­ið í nýggj­ari tíð.

Men tað, sum higartil er kom­ið úr tingbólkinum hjá Javn­að­ar­flokk­i­num ber ikki boð um, at flokk­urin ætl­ar at vaksa. Tað er hin­veg­in bein­leið­is for­dumm­andi at hoyra tveir teir elstu í fjøl­miðl­u­num, har teir stinga hvønn ann­an – og ser­liga for­mann­in í ryggin.
Eft­ir valið vóru tað serliga tvey orð, sum fólk høvdu á munni:
»Stakkals Aksel...«
Hvussu í allari víðu verð skal ein nýggjur formaður fóta sær í ein­um flokki, sum er so nógv merkt­ur av varg­um, sum Javn­að­ar­flokk­ur­in er. At hann er sett­ur út í myrkr­ið er heldur ikki so løgið, tí hvat skal man brúka ein slík­an sam­starvs­flokk til, sum ikki ein gong kárar at skipa neyð­ars­ligu ting­mann­ing­ina í ting­nevnd­ir­nar?
Tað líkist meiri eini nið­ur­bræð­i­ng­ar­pro­sess, sum gomlu gubb­ar­nir í Javn­að­ar­flokk­i­num eru farn­ir í holtur við.