Kjakið um at privatisera restina av Atlantsflog, ella um landið skal keypa selda triðingin aftur ber boð um eina óbúna politiska skipan, sum ikki megnar at halda eina politiska stevnu. Ella vit kunnu siga, at hetta lýsir so væl okkara politisku skipan, har mál ikki verða viðgjørd professiónelt, men har onnur atlit altíð viga tyngri enn tann setta politiska og samfelagsliga stevnan. Tí er tað so ringt at reka vinnu í Føroyum, tí tað er ikki skilvísi, sum verður sett í hásæti í politisku skipanini.
Sum vit hava sagt fyrr, so er tað at taka í so rívan til beinleiðis at skattafíggja flogferðir. Áhugavert var at hoyra Janus Rein, sum bæði er flogskipari og løgtingsmaður, greiða frá, hvussu tað almenna stuðlar flogferðum til útjaðaran í eitt nú Noreg, Skotlandi og Spania. Og hóast hann legði dent á, at hann ikki meinti, at føroyski skattgjaldarin skal fíggja flogferðir til og úr Føroyum, so tulkaðu hini bæði tingfólkini orð hansara øðrvísi: At hann vildi hava skattgjaldaran at fíggja flogferðaseðlarnar. Hetta lýsir væl arbeiðslagið hjá politikarum...
Men semja tykist valda um, at Vága Floghavn ikki skal fíggjast av ferðafólki. Okkurt bendir eisini á, at nevndin í Vága Floghavn eisini hevur hesi sjónarmið, tí hon hevur júst sett ein nýggjan stjóra í felagnum, sum er ein hin heitasti talsmaðurin fyri at taka av øll gjøldini frá Vága Floghavn, sum tyngja flogferðaseðlarnar. Jákup Sverri Kass, marknaðarstjóri hjá Atlantsflog og formaður í Ferðavinnufelagnum sleppur nú at vísa í verki, hvussu Vága Floghavn kann saðla um í so máta. Ein spennandi uppgáva, sum vónandi ikki druknar av politiskari tokutalu.
Men vandin er avgjørt til staðar, at politiska skipanin ikki fær tikið seg saman til at gera Vága Floghavn til eina havn, sum verður rikin eins og allar aðrar havnir, uttan tyngjandi gjøld til ferðafólkið. Men tað er í lagi, at vit nú geva kappingini ein kjans at lækka prísirnar. Annars er uppgávan stór, men hetta hevur so stóran týdning fyri samfelagið alt, at fólkið hevur krav upp á, at politikararnir nú handla heldur enn at tosa.