r? Ella taka sær av »Lurtararnir og vit«, »Nýtt og gott gamalt« »Í víngarðinum«, »Morgunsendingini« osfr.? Álvaratos, eru bara mannfólk í Sortudíki? Styggja tit konufólkini burt? Gott nokk eru nú tvær [...] skal hava tvær tónleikasendingar sama dag. Man slíkt vera vanligt í øðrum londum, ? í so nógv ár??? Gott nokk hevur hesin nógva vitan um tónleik, men ber ikki til at hesin leggur til rættis og onnur rødd [...] tvær kvinnur at hoyra av og á í tíðindunum. Verið nú so fittir ímóti teimum, so tær halda á. Lurtari ps. Vinarligast sigi straks frá, nær ein sending verður endursend bæði í bløðum og útvarpi. Takk fyri
Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur [...] kjakfelagi. Haðani veit Poul Johannes onkra skemtiliga søgu at fortelja! Varðanum tók Poul Johannes sær av í mong ár. Eg minnist tá aðalfundur plagdi at vera á loftinum á Landsbókasavninum. Hendi tað, at onkur [...] víðagitna Barbu-filminum! Við hesm fáum orðum fari eg at takka tær, Poul Johannes, og ynskja tær alt gott! Sverri Egholm 14. nov. 1997
Men vit fiska hann ikki. Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði bæði á sjógvi og landi. Men vit nýta tey ikki. Vit kundu burtur úr hesum fingið eitt útflutningsvirði upp [...] í grundini í vinnuloysi helvtina av árinum. Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virkið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki [...] trolararnir. Tí hvør livir av øðrum, og hvítingsbróður etur eisini hýsuyngul. Fiska vit hinvegin hvítingsbróðurin, sigur Bergur Poulsen, kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan
og teir hava gott nokk flutt seg eitt sindur á føroyska landgrunninum, men tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju [...] grannalag og vónandi í samstarvi í framtíðini. -Nú hevur ein skilt, at bretar eru rættiliga vónsviknir av, at føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum uppfylgjandi útspæli á fundinum í september til tað útspæl [...] tað er eingin ivi um, hvar viljin skortar. Báðir partar mugu vísa vilja til at slaka men tann stóra av-gerðin í hesum máli liggur í Bretlandi. Vit og danir -Verður einki úrslit fyri hálvan januar og málið
góð. Hjá Stjørnuni snúði nógva av álopsspælinum seg um Joan Midjord Joensen, sum skoraði 10 av málunum hjá heimaliðnum. Vanligi toppskjúttin, Simona Hansen, brúkti mesta av tíðini á beinkinum hesaferð. 10 [...] vinstra vongi. Hon fekk gott pláss, og tá hon so royndi seg móti málinum, var hon neyv og skoraði eisini sjey mál. Signhild Petersen vísti í løtum at hon er frálíkur spælari, og onkur av teimum seks málunum [...] leygardagin. Hóast StÍF var og er við í toppinum og Stjørnan liggur í skeiva endanum, gekk javnt á mesta av tíðini, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF fór veruliga fram um heimaliðið. Í
klaksvíkingar, sum fóru við sigrinum. Innleiðandi dystirnir hjá monnum vóru sera spennandi, og í fleiri av dystunum máttu trý sett til fyri at avgera. Í fyrsta dystinum vann ÍF 2-1 á Mjølnir, og eftir tann [...] støðan, tí nú tóku spælararnir hjá Fram sær um reiggj. Fram helt leiðsluna alla tíðina til móti endanum av settinum, tá Mjølnir javnaði til 20-20, men Fram dróg longra stráði, tá liðini royndu at fáa avgerandi [...] triðja settið, har spælt varð uppí 7. Liðið úr Klaksvík kom best frá hesum setti, og gjørdi sær dælt av, at Fram-spælararnir gjørdu nógv mistøk. Mjølnir vann 7-3, og vann sostatt eina væl spælda og spennandi
veikari enn onnur, fingu nøkur stig. Aðrar deildir enn meistaradeildin spældu eftir gamla háttinum, men av tí at dystir, serliga í kvinnudeildini gjørdust drúgvir, umhugsar Flogbóltssambandið at skipa soleiðis
1. oktober varð rásin kodað, og nú er neyðugt við serligum korti, skalt tú síggja nakað av teimum 60 tímunum av ítrótti, sum rásin sendir hvørja viku. Gjørligt hevur ikki verið at keypt hesi kortini í [...] fáa onga aðrastaðni nakað so gott tilboð, sum frá okkum, sigur stjórin á TVS, tiltikni fótbóltsspælarin Preben Elkjær, við Ítróttarsosialin. ? Vit bjóða alskyns slag av ítrótti, alt frá fótbólti og boksing [...] er at senda ítrótt beinleiðis. Skalt tú veruliga fáa gleði av eini ítróttarhending, skalt tú síggja hana beinleiðis, og tí snýr stórur partur av okkara senditíð seg um beinleiðis ítróttarsendingar. TVS er
mugu vit vinna, skal Neistin ikki fara ov langt frá okkum beinanvegin, sigur Jórun Ludvig, sum er ein av spælarunum á Kyndlaliðnum. Men vanliga er tað alt annað enn ein løtt uppgáva hjá Kyndli at vinna á [...] royndar spælarar, og tí er liðið framvegis líka sterkt, sum tað plagar at vera. Verjuspælið verið gott Eru tað veikleikar á Neistaliðnum, sum tit ætla at útnytta? ? Tað dugi eg ikki at meta um, men eg [...] er serliga styrkin hjá tykkum? ? Í dystinum, sum vit hava spælt higartil, hevur verjuspælið verið gott, og tað hevur verið grundarlagið undir okkara sigrum. Vit hava eisini rímuliga góða skotstyrki úti
út fyri at vinna, sigur Inga Danberg, toppskjútti og liðførari á Neistaliðnum. ? Kyndil hevur eitt gott lið, og har eru nógvir góðir spælarar, og eg ivist ikki í, at tær fara at vera við í toppinum, men [...] so tíðliga í kappingini enn, og tí er ilt at meta um hvør fer at verða í toppinum, tá kappingin er av, men fari eg ikki heilt skeiv, vildi eg mett, at Neistin, Kyndil og StÍF fara at kappast um gullið [...] eisini fara at gera um seg. Vit eru so tíðliga í kappingini, og tí letur tað seg væl gera, at okkurt av teimum liðunum tekur seg upp eftir stigatalvuni, heldur Inga Danberg. Men í løtuni er kappingin býtt