dagarnir, tá Aldubáran fer at hava konsertir. Leygardagin verður konsert í skúlanum í Fuglafirði og sunnudagin verður konsert í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða fimm stykki. Harímillum eru tvær fru [...] víðagitin í alheimstónleikahøpi. Hann starvast til dagligt sum professari á Southwestern University í Texas, og hann hevur eisini verið virkin við aðrar lærdar háskúlar í Sambandsríkinum. Hann kom í samband [...] Jakobsen, ið spælir gittar og er fastur limur í Aldubáruni. Seinni í ár verður farið á eina konsertferð í Norðurlondum. Eisini er ætlanin at spæla inn eina fløgu í Fríðrikskirkjuni við teimum áður nevndu verkum
dystarskráin hjá sumbingum nakað torførari enn hjá TB. Ikki minst tá Sumba í seinasta umfarinum skal á vitjan í Fuglafirði. TB skal í teimum báðum seinastu dystunum splæa móti KÍ og B71, og so er spurningurin [...] umfarið er leikt. Ein møguleiki er í øllum førum, at TB skal takast við besta liðið hjá VB í dystum um upp- og niðurflyting, og um tað verður støðan, so er einki at ivast í, at tað er ein uppgerð, sum fer [...] kortini á hondini, tá tosað verður um møguleikan at fylgja ÍF upp í bestu deildina. Hóskvøldið spældu tvøramenn útsetta dystin móti VB í Vági, og her eydnaðist teimum at fáa øll stigini norður aftur við
taptu bara tveir dystir alt kappingarárið, annan í landskappingini, hin í steypakappingini (móti HB!). KÍ spældi seg kortini í finaluna og vann greipuna. Í fjør endaði sigursrøðin hjá KÍ kvinnunum, tá E [...] fimm í landskappingini. Alex Jovevic kom til Føroya í 2003 at spæla við Skála. Árið eftir spældi hann við NSÍ, so eitt ár við TB, áðrenn hann eftir øllum at døma fann seg væl til rættis í Fuglafirði. Árini [...] Árini frá 2006 til 2013 spældi hann 123 dystir í Betri-deildini fyri ÍF, umframt 21 í næstbestu deildini, tá ÍF var har í 2007. Síðani hann byrjaði sum venjari í 2014 hevur hann spælt onkran einstakan dyst
spæla við í bestu deildini nógvu tey næstu árini, siga teir í Fuglafirði. Aleksandar er ikki ókendur í felagnum, har hann hevur drúgva tíð sum leikari í ÍF. Fyrstu ferð hann kom til felagið, var í 2006. Hann [...] viku síðani, og í dag, meðan føroyski fótbóltsheimurin er upptikin av finaluni um løgmanssteypið, boðar ÍF frá, at Aleksandar Jovevic verður høvuðsvenjari í 2022 og í 2023. ÍF flutti í heyst niður úr bestu [...] Tey eru búsitandi í Fuglafirði. Síðsta kappingarár var Aleksandar Jovevic hjálparvenjari hjá Øssur Hansen og B68. Fyrstu ferð hann kom til Føroya var í 2003, tá ið hann umboðaði Skála. Í 2004 spældi hann
mest á vøllinum í ársins landskapping, var ikki á EB/Streymaliðnum í dag: -Hann var skaðadarvaður. Men talan er ikki um størri snudd enn so, at hann hevði verið førur fyri at vera við í dag, um tað var [...] sum tað ber til at vinna í fótbólti. Hans Jákup J. Lervig, sum er ein av teimum bestu hjá ÍF í ár, tók sær av brotssparkinum, men tað eydnaðist ikki at skora. Steven Van Dijk í málinum hjá EB/Streymi bjargaði [...] seint seinnapartin úr Fuglafirði við einum stigi. Úrslitið var málleysur javnleikur, og nú er fokus hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum vent ímóti seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið
Seafood er navnið á nýggjasta reiðarínum í Vági. Stovnari er Aleksander Nordenskjold Vilhelm, sum eisini er stjóri í fleiri øðrum reiðaríum í Vági. Tað sæst í yvirlitinum hjá Business Line. North Atlantic [...] partafeløgum, sum bleiv stovnað í farnu viku. Hini eru ÍVF 15. oktobur 2018 í Miðvági, sum skal reka handil og tænastu, ÍVF Multiputl hjá Dánjali og Høgna á Lakjuni í Fuglafirði og Sp/f K2, hjá Heðini Lamhauge [...] sum rekur virksemi innan bygging og leiguvirksemi. Fleiri aðrar broytingar eru eisini skrásettar, í mestan mun er talan um partafeløg, sum nú eru strikað úr partafelagsskránni. Allar broytingarnar síggjast
UMMÆLI 80 fólk høvdu leitað sær í Mentanarhúsið í Fuglafirði seinnapartin sunnudagin. Konsertin mundi ongan enda tikið, tí Alexandre bleiv klappaður upp aftur heilar tríggjar ferðir. Hann spældi serliga [...] teir høvdu stjørnur í eygunum at sleppa at vera í stovu saman við eini slíkari heimsstjørnu, sum tó var so lítilátin, dugnalig og fitt. Jú, sanniliga var Alexandre Pirojenko fittur í hondunum, sum ein [...] og hevur nógvar upptøkur í skjáttuni. Alt frá Haydn til Lizst, Rachmaninoff til Grieg og mikið annað. Alexandre Pirojenko er 30 ára gamal og undirvísir á musikkonservatrionum í St. Pætursborg. Spurdur um
hann hevur gjørt, er einki minni enn eitt bragd. Føðingardagurin verður hátíðarhildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týsdagin 23. apríl kl. 20. Fuglafjarðar kommuna skipar fyri hugnakvøldi við tónleiki [...] ein vakran varða. Hann hevur flutt bitar av øllum teimum viðgitnastu yrkingum í evropiskum og amerikanskum bókmentum inn í føroyskt. Frá Homer til okkara dagar. Hann hevur sáldað tað besta úr tí besta [...] síður, innbundið. Tað verður selt fyri serprís føðingardagin, og høvi verður at fáa týðaran at skriva í. Alexandur hevur á síni drúgvu yrkisleið sum orðasmiður fingið bæði Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens
av Skúlabókasavnsfelagnum í 1985, og hon hevur verið handað 5 ferðir: í 1985 til Pedagogfelagið, í 1987 til Havnar Sjónleikafelag, í 1989 til Barnabókaklubban hjá Bókadeildini, í 1995 til Ingrið Sondum, [...] Bjørg Matras og Jóhannes Enni og í 1999 til Vilhelminu Larsen í Dali. Virðislønin er ein plakat, áseymað mynd, sum listakvinnan Astrid Andreassen gjørdi í 1983. [...] mars fær Alexandur Kristiansen, lærari og skald úr Fuglafirði, handaða Barnamentanarvirðislønina hjá Skúlabókasavnsfelagnum. ?Skúlabókasavnsfelagið letur í einstøkum førum virðisløn fyri barnamentanarligt