TÒNLEIKUR
Einasta tónleikabólkurin av sínum slag í Føroyum, Aldubáran, fer nú aftur undir eitt umfar við konsertum og einari fløgu. Aldubáran er mannað við yrkistónleikarum, sum spæla ymisk ljóðføri. Aldubáran hevur fyri tað nógva spælt kamartónleik, men hevur eisini framført annað slag av tónleiki. Fyri nøkrum árum síðani royndi Aldubáran seg saman við Hanus G. Johansen, sum gjørdist ógvuliga væl umtókt.
Í hesum umfarinum fer Aldubáran at spæla konsertir í sambandi við Summartónar, sum tónleika stevna fyri klassiskan tónleik, ið er á hvørjum ári í Føroyum.
Talan verður um tvær konsertir við Aldubáruni á Summartónum. Leygardagin 22. juni og sunnudagin 23. juni eru dagarnir, tá Aldubáran fer at hava konsertir. Leygardagin verður konsert í skúlanum í Fuglafirði og sunnudagin verður konsert í Norðurlandahúsinum.
Á skránni verða fimm stykki. Harímillum eru tvær frumframførslur. Sunnleif Rasmussen hevur gjørt tvey verk, sum Aldubáran fer at spæla. Eitt eldri verk. ið kallast fyri Tvívilsdøtur ? fyri horn og klarinett. Harumframt fer Aldubáran at spæla verkið Trauer und Freude, sum er fyri øll níggju í Aldubáruni. Trauer und Freude er skrivað í 1999.
Frumframførslurnar eru verk hjá Hsueh-Yung Shen og Kristian Blak. Hsueh-Yung Shen er valla serliga kendur millum manna í Føroyum. Hann er tó rættiliga víðagitin í alheimstónleikahøpi. Hann starvast til dagligt sum professari á Southwestern University í Texas, og hann hevur eisini verið virkin við aðrar lærdar háskúlar í Sambandsríkinum. Hann kom í samband við partar av manningini hjá Aldubáruni og eftir umbøn var hann eftir stutta tíð til reiðar við einum verki.
Kristian Blak er hinvegin kendur av nógvum í Føroyum, og hann hevur gjørt eitt verk til Aldubáruna. Verkið er fyri sello og gittar, og tað hevur sínar røtur í fólkatónleikinum, verður sagt.
Per Nørgård, danskur tónasmiður, hevur gjørt eitt verk til Onnu E. Klett á Klarinett, og hetta verður eisini spælt til konsertirnar hjá aldubáruni.
Danin Tomas Søndergård er konsertleiðari.
Fløga
Mánadamorgunin bjóðaði Aldubáran til tíðindafund fyri at greiða nærri frá virkseminum hjá Aldubáruni.
Sagt varð, at Aldubáran hevur sum mál, at tey einaferð um árið skulu samlast øll fyri at spæla saman. Tónleikararnir í Aldubáruni eru allir útlærdir yrkistónleikarar, sum fáast við tónleik burturav, tó mest við undirvísing í Føroyum.
?Vit vilja fegin savna teir tónleikararnar, sum eru. Vit mugu meta støði eftir útlandinum, sigur Ólavur Jakobsen, ið spælir gittar og er fastur limur í Aldubáruni.
Seinni í ár verður farið á eina konsertferð í Norðurlondum. Eisini er ætlanin at spæla inn eina fløgu í Fríðrikskirkjuni við teimum áður nevndu verkum, sum verða spæld á konsertunum í næstum.
Aldubáran hevur eisini fingið sær nøkur fólk í eina nevnd at hjálpa sær við tí m.a. praktiska, t.e. Sunnleif Rasmusseno og Urd Johannesen.
Til konsertirnar nú manna níggju fólk Aldubáruna. Tey eru:
Andrea Heindriksdóttir, Anna E. Klett, Jógvan Zachariassen, Páll Sólstein, Øssur Bæk, Sámal Petersen, Rúni Bæk, Ólavur Jakobsen og Jóhannes Andreasen.