Alexandre Pirojenko í Mentanarhúsinum

Klaverleikarin Alexandre Pirojenki kann gera tað hann vil við einum klaveri. Hann nýtir ikki nótar, tí er hann frælsur í sínum spæli - hevur egnan stíl, spælir kensluborið, stórlsligið og leikandi lætt, hvørt um annað.

UMMÆLI


80 fólk høvdu leitað sær í Mentanarhúsið í Fuglafirði seinnapartin sunnudagin. Konsertin mundi ongan enda tikið, tí Alexandre bleiv klappaður upp aftur heilar tríggjar ferðir. Hann spældi serliga verk eftir Chopin og Rachmaninoff.
Alexandre hevur spælt víða um allan heimin og hevur vunnið hópin av kappingum. Hann hevur arbeitt við víðagitnum orkestrum og hevur nógvar upptøkur í skjáttuni. Alt frá Haydn til Lizst, Rachmaninoff til Grieg og mikið annað.
Alexandre Pirojenko er 30 ára gamal og undirvísir á musikkonservatrionum í St. Pætursborg. Spurdur um hann kendi nakað til Føroyar, áðrenn hann skuldi higar, segði hann nei! Men foreldrini vistu ymiskt at siga honum um Føroyar, tá ið hann fortaldi teimum, at hann skuldi til henda vegin.
Eftir konsertina flokkaðust fólk um Alexandre Pirojenko at takka honum fyri konsertina – eisini nakrir næmingar frá Musikkskúlanum, sum høvdu havt høvi at fingið undirvísing frá honum, takkaðu honum hjartaliga. Tað var sjónligt, at teir høvdu stjørnur í eygunum at sleppa at vera í stovu saman við eini slíkari heimsstjørnu, sum tó var so lítilátin, dugnalig og fitt.
Jú, sanniliga var Alexandre Pirojenko fittur í hondunum, sum ein fuglfirðingur tók til!
Til ber at lesa meira um Alaxandre á: www.private.peterlink.ru/pirozhenko/index.html
---

Myndatekstur: Frits Johannesen gevur Alexandre Pirojenko nakrar skitsur, sum hann hevði gjørt av honum undir konsertini.

Myndatekstur: Heðin Kambsdal takkar vegna ein av sínum næmingum fyri góða og kveikjandi undirvísing, sum næmingur hansara var sera fegin um.

www.private.peterlink.ru/pirozhenko/index.html