Alex stovnar nýtt reiðari í Vági

North Atlantic Seafood er navnið á nýggjasta reiðarínum í Vági. Stovnari er Aleksander Nordenskjold Vilhelm, sum eisini er stjóri í fleiri øðrum reiðaríum í Vági. Tað sæst í yvirlitinum hjá Business Line.

 

North Atlantic Seafood er eitt av fýra nýggjum partafeløgum, sum bleiv stovnað í farnu viku.

 

Hini eru ÍVF 15. oktobur 2018 í Miðvági, sum skal reka handil og tænastu, ÍVF Multiputl hjá Dánjali og Høgna á Lakjuni í Fuglafirði og Sp/f K2, hjá Heðini Lamhauge, sum rekur virksemi innan bygging og leiguvirksemi.

 

Fleiri aðrar broytingar eru eisini skrásettar, í mestan mun er talan um partafeløg, sum nú eru strikað úr partafelagsskránni.

 

Allar broytingarnar síggjast her