2. deild
TB er enn felagið, sum hevur bestu kortini á hondini, tá tosað verður um møguleikan at fylgja ÍF upp í bestu deildina.
Hóskvøldið spældu tvøramenn útsetta dystin móti VB í Vági, og her eydnaðist teimum at fáa øll stigini norður aftur við sær.
Sum skilst, so var nakað av vindi, og órógvaði hetta spælið hampuliga nógv, soleiðis at talan sjáldan var um nakað væl skipað fótbóltsspæl, men tað vóru tó gestirnir, sum høvdu munin fyri tað mesta.
Leingi var tó líkt til, at talan skuldi gerast um málleysa uppgerð, men eitt lítið korter fyri leiklok eydnaðist tó einum fyrrverandi VB-leikara at skjóta avgerandi málið. TB spældi seg ígjøgnum í vinstru síðu, og tá sent varð innfyri var Olivur Abrahamsen ísakaldur og við innaru-síðuni beindi hann bóltin í málið, og so var stór frøi á TB-leikarum og ?viðhaldsfólkum.
Við sigrinum er TB nú aftur á næst ovasta plássinum í deildini, og tí kunnu teir framvegis gera av sjálvir, hvussu lagnan skal verða. Einasta liðið, sum hevur møguleika at taka teir aftur, er Sumba, men hvussu stórur hesin møguleikin er, er í løtuni nakað óvist. Fyrst og fremst tí dómsnevndin enn ikki hevur gjørt av, hvussu verður við teimum trimum stigunum, sum Sumba á skrivaraborðinum hevur vunnið frá AB, og hartil tykist eftirverandi dystarskráin hjá sumbingum nakað torførari enn hjá TB. Ikki minst tá Sumba í seinasta umfarinum skal á vitjan í Fuglafirði.
TB skal í teimum báðum seinastu dystunum splæa móti KÍ og B71, og so er spurningurin, hvussu talvan sær út, sá seinasta umfarið er leikt. Ein møguleiki er í øllum førum, at TB skal takast við besta liðið hjá VB í dystum um upp- og niðurflyting, og um tað verður støðan, so er einki at ivast í, at tað er ein uppgerð, sum fer at hava alstóran ans kring alla oynna.