EB/Streyma ferðalagið fór seint seinnapartin úr Fuglafirði við einum stigi. Úrslitið var málleysur javnleikur, og nú er fokus hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum vent ímóti seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Hon verður mikukvøldið á Svangaskarði. B68 er stórfavorittur, tí B68 vann fyrru hálvfinaluna 3-0.
-Vit rokna við møguleikanum, at tað fer at bera okkum til at vinna okkum í finaluna. Tá ið B68 kundi vinna 3-0 á útivølli ímóti okkum, so kunnu vit vinna 3-0 á útivølli ímóti teimum, sigur Sigfríður S. Clementsen í samrøðu við FM1.
Miðverjin Mikkjal Hellisá, sum undan hesum umfarinum var tann, ið hevði verið mest á vøllinum í ársins landskapping, var ikki á EB/Streymaliðnum í dag:
-Hann var skaðadarvaður. Men talan er ikki um størri snudd enn so, at hann hevði verið førur fyri at vera við í dag, um tað var alneyðugt. Nú valdu vit at spara hann í dag, so hann heilt víst verður tøkur mikukvøldið, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Tað vóru ikki so nógvir upplagdir málmøguleikar, men ÍF hevði fleiri enn gestirnir, og ÍF vann størsta málmøguleika, sum tað ber til at vinna í fótbólti. Hans Jákup J. Lervig, sum er ein av teimum bestu hjá ÍF í ár, tók sær av brotssparkinum, men tað eydnaðist ikki at skora. Steven Van Dijk í málinum hjá EB/Streymi bjargaði.
-Hugburðurin var góður, og eg haldi, at vit spældu okkum til málmøguleikarnar, sum skulu til fyri at vinna fulla úrtøku. Nú vunnu vit eitt stig, men tað hevði sjálvandi verið hugaligari, um vit høvdu vunnið øll stigini, tí vit hava brúk fyri teimum, sigur ÍF venjarin Alex Jovevic.
At ÍF vann eitt stig í dag ber við sær, at ÍF hevur 16 stig. TB hevur eisini 16 st4ig, og TB er framvegis á 8. plássi. Málmunurin hjá TB er eitt mál frægari, enn hann er hjá ÍF. TB málmunurin er -44, og hjá ÍF er hann -45.