gera íløgur í í framtíðini. Her verður serliga hugsað um møguleikarnar at finna olju og gass. Tað var tí eisini ein liður í ?marknaðarføringini? av norskum oljuídnaði, at landsstýrismaðurin í oljumálum eisini [...] at vita, í hvønn mun føroyingar hava sett fram ynski um, at føroyskar fyritøkur longu nú kunnu sleppa upp í part, tá ræður um at framleiða og lata tænastur til ta stóru oljuvinnu, sum longu er í Noregi. [...] og landsstýrismaðurin í oljumálum vóru bodnir at vitja Noreg av forsætisráðharranum Kjell Magne Bondevig. Vitjanin fall so eisini saman við stóru altjóða oljuframsýningini ONS 98 í Stavanger. Á hesi fr
á liðið, sum aftur í ár fer at líta á Lotte Sørensen og Ann Hansen í álopsspælinum. Tað verður eisini spennandi at síggja, hvat VÍF hevur at bjóða uppá. Í fyrraárið fluttu tær niður í 2. deild, men uppflytingin [...] leygardagin. Í øðrum londum er tað vorðið sera væl umtókt at hava frásøgufólk undir dystinum, og eitt tílíkt verður eisini í høllini á Hálsi í morgin, eins og tónleikur verður at hoyra, tá steðgir eru í dystunum [...] feløgum. Øll hesi fýra liðini munnu teljast millum tey mest spennandi í kappingini í ár. Hjá monnunum varð VÍF sum nevnt føroyameistari í 1997/98. Síðani tá hava vestmenningar mist Inga Olsen, sum er farin
góð tiltøk detta niðurfyri. Hóast blaðið í ávísan mun var kappingarneyti okkara í eitt nú Danmark, so er tað okkara uppfatan, at tað er gott við sunnari kapping. Ein skuldi annars trúð, at tørvur var á [...] in, sum Sosialurin longu fyrireikra seg til. Nettup í dag er okkara Internetblað1 ár, og í hesum sambandi hava vit gjørt eina nýggja forsíðu, bæði í útsjónd og til innihald. Taðer vón okkara, at vit við [...] Í gjár frættist, at eitt av føroysku bløðunum - Føringurin - sum serstakliga var ætlaður føroyingum í Danmark og øðrum londum - legði árarnar inn. Orsøkin: ov lítil undirtøka tvs. at blaðið fekk ikki teir
standa seg í kapping við frægasta leikarar í heiminum. Skulu vit hava góð úrslit í framtíðini, mugu umstøðurnar kring landsliðið broytast. Fólkið má stuðla liðnum meira. Tað er skuffandi at lesa í øllum heimsins [...] landsstadion - eitt stadion, har allar føroyingar hava møguleika at koma. Í Havn liggur Tórsvallarætlanin klár - og býráðið í høvuðsstaðnum hevur gjørt av at stuðla ætlanunum. So er bert at vóna, at f [...] hansara leiðslu hevur fingið, bera prógv um eitt vala arbeiði. Seinast taptu vit bert 0-1 móti stórliðnum í Bosnia, og hesaferð taptu vit somuleiðis bert 0-1 móti varaevropameistarunum úr Kekkia. Hesi úrslit
plássinum, og tá KÍ í ár ikki hevur lið millum fýra tey bestu í 4. deild, so verða klaksvíkingar ikki umboðaðir í 3. deild komandi ár. Spuringurin um hvat lið skal spæla um uppflyting ur 3. og í 2. deild, er [...] hava lið í 2. deild, og tað er einki, sum bendir á, at tað liðið fer at flyta niður. Tí er tað kappingin um triðja plássið í 3. deild, sum í løtuni er tann mest áhugaverda. Fimm lið luttaka í tí kappingini [...] somu feløgum plaga at spæla. Í fjør leyp 1. deild eitt vikuskifti um, tí landsdystur var. 3. deild spældi hetta sama vikuskiftið, og tá kom speril í, soleiðis at liðini í 1. og 3. deild ikki fylgdust tey
navn í Íslandi. James spældi eitt tíðarskeiðið við bólkinum Chase, sum fyri seks til sjey árum síðani helst var best umtókti bólkurin í landinum. Í Íslandi er James serliga kendur fyri sín leiklut í bólkinum [...] fólk hava boðað frá luttøku í innleiðandi umfarinum í Havn, sum verður í Sjónleikarahúsinum fríggjakvøldið 16. og leygarkvøldið 17. Oktober. Orsøkin til at innleiðandi umfarið í Havn verður yvir tvey kvøld [...] Seinast í hesum mánaðinum verður farið undir kappingina um at gerast ársins songrødd 1998. Byrjað verður leygarkvøldið tann 26. í hesum í Virkinum á Sandi, og kappingin endar leygarkvøldið tann 14. November
eftir at hon var dottin í tí eina svinginum. Og hjá yngru dreingjunum vann Beinir Jacobsen rættiliga suverent bæði í innleiðandi umfarinum og í finaluumfarinum. Bæði hesi vunnu eisini í fjør, so her hava vit [...] umleið 60 føroysk børn úr 4. upp til 7. flokk seg í súkklukappingini »Balslev Runt«, sum í ár varð koyrd triðja árið á rað. Súkklararnir vórðu býttir upp í fýra bólkar: Gentur úr 4. og 5. flokki, dreingir [...] 30 súkklarar við. Av tí sama varð hesin bólkurin býttur upp í tríggjar undanbólkar, har tríggir teir ovastu súkklararnir í hvørjum bólki komu í eitt finaluumfar, sum sostatt taldi níggju súkklarar. Breytin
Í morgin leggur Jákup á Borg úr B36 leiðina til Onglands, og ørindini eru ikki hvørji sum helst. 18 ára gamli áleyparin, sum í løtuni er toppskjútti í 1. deild, skal til Liverpool, har hann skal royndarvenja [...] borið úttøku til A-landsliðið hjá Allani Simonsen við sær. B36 er í løtuni nummar tvey í landskappingini, har Jákup hevur skotið 16 mál í 14 dystum, og B36-unglingarnir, har Jákup er liðskipari, eru eisini [...] royndarvenja hjá heimskenda felagnum Liverpool FC. Tað eru Jákup í Stórustovu og Nordplayer, sum hava fingið hetta í lag, og fyri Jákup á Borg merkir hetta ein tann størsta ítróttarliga avbjóðingin higartil
á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. B36-liðið var rættiliga skert við tað, at Sólvá Joensen breyt beinið í Leirvík, og Rakul N. Joensen var í Danmark á venjingarlegu við Kyndli. Einasta málið í fyrra hálvleiki [...] nøgdur, sigur B36-venjarin. B36 kom í finaluna í steypakappingini eftir at hava vunnið 4-0 á VB. Fyrru hálvfinaluna hevði VB annars vunnið 3-0 í Vági. Í finaluni var HB kortini betra liðið og vann uppiborið [...] seg í 2. deild, tí tað er ongantíð serliga stuttligt at spæla, tá tú tapir hvørja ferð. Kvinnufótbólturin á Skála var Føroya besti fyrst í 90-unum, tá skálakvinnur vunnu FM-heitið í 1990 og aftur í 1992
greiðir yvir, at Bogi so at siga bert hevur koyrt í Danmark í ár, og at hansara veikleiki tí er í teimum tyngstu brekkunum, sum tað jú ikki eru so nógvar av í Danmark. Niðan móti Eiðisskarði royndu bæði Gunnar [...] endaði føroyska súkkluárið við FM-koyringini yvir 100 kilometrar, og tað bleiv eisini ein sera góð kapping, har spenningurin helt sær so at siga allan vegin. Bogi Kristiansen hevði favorittbyrðuna á sínum [...] teir høvdu súkklað 75 kilometrar og komu til Havnar. Seinastu 25 kilometrarnir skuldu koyrast inni í býnum, og nú vísti tað seg, at favoritturin hevði størst megi eftir. Tá góðir sjey kilometrar vóru eftir