Tað skal ikki verða sagt her, at Allan Simonsen ikki røkir sína uppgávu nóg væl - men úrslitini, landsliðið undir hansara leiðslu hevur fingið, bera prógv um eitt vala arbeiði.
Seinast taptu vit bert 0-1 móti stórliðnum í Bosnia, og hesaferð taptu vit somuleiðis bert 0-1 móti varaevropameistarunum úr Kekkia.
Hesi úrslit eiga at rudda allan iva av vegnum ? og Allan Simonsen eigur allan heiður uppibornan. Hann hevur hækkað støðið hjá okkara frægasta fótbóltsleikarum, sum nú hava víst, at teir kunnu standa seg í kapping við frægasta leikarar í heiminum.
Skulu vit hava góð úrslit í framtíðini, mugu umstøðurnar kring landsliðið broytast. Fólkið má stuðla liðnum meira. Tað er skuffandi at lesa í øllum heimsins fjølmiðlum, at føroyingar hava rokkið einum heiðurliðum úrslitið - men at einans 2.000 føroyingar nýttu høvið at hyggja at dystinum.
Tað er ferð eftir ferð prógvað, at tað ber ikki til at savna nóg nógvar áskoðarar á Svangaskarði. Nú er tíðin komin, at farið verður undir at byggja eitt veruligt landsstadion - eitt stadion, har allar føroyingar hava møguleika at koma.
Í Havn liggur Tórsvallarætlanin klár - og býráðið í høvuðsstaðnum hevur gjørt av at stuðla ætlanunum. So er bert at vóna, at fyrireikararnir megna at savna nóg nógvan pening.
Klára teir ikki tað, so er tað ein almenn uppgáva at hjálpa ? tí vit eiga at hava í huga, hvussu stórt virði tey sekundini hava, har føroyska landsliðið við Allani Simonsen á odda, seta Føroyar á heimskortið.