tí tað er heilt sikkurt her, styrkin hjá Manskórinum liggur. Teir nýttu fult út alt tað, sum eitt kór kann fáa úr tí einfalda vakra fosturlandssanginum, og teir gjørdu tað væl betri, enn vanligt er at hoyra [...] , men líkt teim føroysku var ljómurin her eisini sera góður. Tað er ivaleyst, at Manskórið hevur vant nógv til at náa hesa dygd, sum er munandi betri enn tað, vit fyrr hava hoyrt manskór sungið her heima [...] óvæntað gleði, tá ið teir knappliga fóru undir at syngja. Verkið er veruliga eitt meistaraverk - ein perla í føroyskum kórhøpi. Tað er sera dynamiskt uppbygt, og við at lata fleiri ørindi umskarast skapar
Lívligt í tinginum Ein partur av arbeiðinum hjá ríkisumboðsmanninum er at vera hjástødd, tá tingið er saman. Tað dámar henni væl, tí tingið er so lívligt. Ríkisumboðsmaðurin sammetir føroysku parlamentarismuna [...] Serliga tá orðaskifti er um fiskivinnuna, sum hevur so stóran týdning, kundi eg skrivað frágreiðing framman undan, tí eg veit, hvat tfer at verða sagt. - Tað skilji eg eisini væl, tí hetta er livibreyðið hjá [...] ikki livibreyð hjá so nógvum dønum, men felags er, at hetta er sami lívsháttur, á hædd við fiskivinnuna í Føroyum. - Trupulleikin er bert, at landbúnaðarvinnan ikki hevur so framstandandi týdning í Danmark
hjálpt. Tit hjálptu nøkrum og gjørdu ein stóran mismun. Tað er ein ógvuliga vánaligur politikkur tit føra. Ja vit skylda nógvar pengar, tað er og verður ongantíð BARA okkara skyld, hava tit onga samvitsku [...] bæði og hvør hongur uppá húsini! Hvat við at vera menniskjansligur ímóti øllum og ikki ímóti nøkrum. Eigur tað ikki at verða líka fyri øll. Spurningur mín til Føroya Banka er? Hví síggja tit ímillum fingranar [...] eru seld fyri ongar pengar á tvangsauktión, ístaðin fyri at bankin gjørdi eina avtalu, men nei, tú er og verður ein stór skuldareyv. Tú má og skal gjalda tína skuld, tí tín bankaráðgevi og tú søgdu ja
Aðrar morgnar vaknar tú av telefon. Tá er tað onkur av nábúgvunum, sum ringir, og tá er tað aftur sum seyð. Og nú havi eg fingið nokk. Man stendur við gumpinum hægst frá apríl til september og grevur. [...] tað er ikki so lætt, tí seyðir sum loypir, heldur ikki uppat, fyrr enn høvdið verður tikið av honum. Eg havi í fleiri ár gjørt eigarin av hesum seyði varugan við, at hann leypir. Svarið, eg fái, er: »Tú [...] »Tú skalt bara stika teg inni«. So er spurningurin: Hvussu høgt? 4-5 metrar? Um tú tosar við eigaran um seyðin, so tekur hann tað sum eitt fornermilsi. Og so er tað líkamikið, um tú ert hampulig ella ikki
Tað krevur sjálvsálit at koma út úr heimliga dunnuhylinum, men lønin er so eisini tann, at tú kanst gerast kendur víða um í heiminum, og fáa dreymar uppfyltar, sum tú áður hevur hildið vera ómøguligar [...] krevur hart arbeiði við tær sjálvum. Einki við bara at lalla víðari uttan mál ella mið. Tú skalt vita, hvat tú vilt, um tú ætlar at náa stjørnunum. Kolbrún Aðalsteinsdóttir, leiðari á modelfelagnum Skóla John [...] Casablancas í Reykjavík, sigur, at tað velst umframt kropsliga venjing, eisini um sálarliga venjing. Tað er ógvuliga umráðandi, at hesi fólkini, sum ætla sær nakað innan mótaheimin, síggja væl út. Tað gerst
umrøður eitt nú sakførararnar (men kanska er tað tilætlað??). Nú er ikki at siga, at »Losi tann fyrsti« er nøkur stórhending í føroyska bókmentaheiminum. Hon er hvat hon er, ein satira yvir føroyskan politikk [...] sjónar-hornum. Stílurin er reystmæltur, bersøgin og sera opinskáraður. Nærkast tí, sum á donskum verður nevnt »bekendelses-litteratur«. Men nú er líkt til ? fyri ein part, ið hvussu er ? at hann leggur á annan [...] tittulin. Seinasta bók hansara, »Losi tann Fyrsti« er hansara níggjunda bókaverk og tað fimta síðani 1994. Felags fyri nógvar av undanfarnu bókunum hjá Ólavi er, at tær taka støði í persónligum fyri ikki at
avgreiðsluni er snilt, og hevur givið eina ljósa framtíð. Made in... Made by You er herrópið, ið Mermaid Computer nýtir, og burtursæð frá tí, at ein ikki sjálvur skal inn í telduna at skrúva, so er herrópið [...] sær dælt av hesum, um fyritøkan skrivaði eitt sindur meiri um einstøku lutirnar. Sum er, er tað sera avmarkað, hvat ein áhugaður, men ikki so kønur brúkari fær burtur úr upplýsingunum um einstøku hardware [...] Einki er at ivast í, at tað er hópurin av fólki, ið veit ikki so lítið um teldur. Annars hevði eitt webstað sum www.mermaid.dk ikki verið møguligt. Aftan henda bústaðin goymir seg ein postordrafyritøka
Hann spurdi: ? Hvat nú um tað er onkur mekanisma í heimastýrislógini sum er orsøkin til, at vit ikki fáa rikið samfelagið nóg væl? Tá svaraði Bjørn á Heygum, at Sambandsflokkurin altíð er fúsur at hyggja [...] Eidesgaard um sjálvstýrislógina. Johannes Eliasen vísti á, at tað er púra burtur við at tosa um eina sjálvstýrislóg í ríkisfelagsskapinum. ? Hetta er eitt grovt álop á danska statsforfatningin, og skal tað fremjast [...] vera eitt gott dømi um, hvussu neyðugt tað er at fáa aðra skipan enn heimastýrislógina. Víðari segði Jóannes Eidesgaard, at treytin fyri politiskum frælsi er búskaparligt frælsi. ? Tí kemur vælferðin fram
okkum fyri 900 milliónir um árið. Snorri Fjalsbak, sum er studentaskúlalærari roknaði skjótt út, at tað er tað sama sum 2.500 krónur um dagin. ? Og hvat kalla vit ein persón, sum selur seg sjálvan fyri 2.500
hava so og so nógv virkir opin, so er tað eitt haft um beinið fyri virksemið, sum er illa fyri frammanundan. - Møguliga er flakavinnan trupul at fáast við, men tað er so eitt mál, sum vit mugu taka við [...] Danmark. Bjarni Olsen er nøgdur við donsku frágreiðingina. Hann heldur, at nevndin kemur við rímiligum sjónarmiðum, og at hon kemur rættiliga víða um í føroyskum viðurskiftum. - Hvat heldur tú um niðurstøðuna [...] endurreisa vinnulívið, men tað hevur heldur ikki eydnast? - Framtaksgrunnurin er har, og vit kunnu taka hann við. Trupullekin har er tann sami, at eingin vil seta pening í, og heldur ikki í virkini hjá grunninum