Eitt land við stórum økonomiskum trupulleikum. Hvønn vil tað altí ðganga út yvir? Jú, fólkið. Hvør tonkir uppá tey, sum noyddust at flyta av landinum fyri at fáa breyð í munnin og klæðir uppá børnini.
Húsini hjá teimum eru seld fyri ongar pengar á tvangsauktión, ístaðin fyri at bankin gjørdi eina avtalu, men nei, tú er og verður ein stór skuldareyv. Tú má og skal gjalda tína skuld, tí tín bankaráðgevi og tú søgdu ja til krónur og oyru sum TÚ ikki var før fyri at gjalda aftur, við teimum hørðu treytum, sum tú fekk.
Føroya Banki sum tit eita í dag, hava tit reint mjøl í posanum?
Tonkja tit nakrantíð uppá okkum, sum fóru av landinum, sum tit kundu havt hjálpt. Tit hjálptu nøkrum og gjørdu ein stóran mismun. Tað er ein ógvuliga vánaligur politikkur tit føra.
Ja vit skylda nógvar pengar, tað er og verður ongantíð BARA okkara skyld, hava tit onga samvitsku?
Eg keypti míni hús fyri 1.325.000,00 kr., fekk lán uppá 3 arbeiði og tveir leigarar. Tað vil siga tað sama sum at eg skal hava 3 arbeiði og tveir leigarar í 25 ár. Hvør tonkti ov lítið, eg, tit ella vit bæði og hvør hongur uppá húsini!
Hvat við at vera menniskjansligur ímóti øllum og ikki ímóti nøkrum. Eigur tað ikki at verða líka fyri øll.
Spurningur mín til Føroya Banka er? Hví síggja tit ímillum fingranar hjá summum og vit onnur skulu hava tykkum í reyvini ár út og ár inn?
Beinta Petersen
Patronvej 37
2730 Herlev