Vit selja okkum fyri 1.500 krónur um dagin

Ein fundarluttakari sum tók orðið á politisku fundinum í útvarpshøllini mánakvøldið, var Snorri Fjalsbak. Hann segði at vit sjálvandi eiga at loysa frá Danmark, og hann boðaði samstundis frá, at hann restinga av lívinum fór at stríðast fyri hesi søk.

 

Men hann helt lítið um føroyingar annars. Hann segði, at hann skammaðist av at vera føroyingur.

? Vit selja okkum fyri 900 milliónir um árið. Snorri Fjalsbak, sum er studentaskúlalærari roknaði skjótt út, at tað er tað sama sum 2.500 krónur um dagin.

? Og hvat kalla vit ein persón, sum selur seg sjálvan fyri 2.500 krónur um dagin, spurdi hann - tó uttan at svara?