settið endaði við sigri til ÍFb. Fram-leikararnir tóku seg saman í øðrum setti og fingu eftir tógvið stríð hálað annað sett heim. Í triðja setti gekk javnt á. Liðini fylgdust heilt upp til 14-14. Blokadan hjá [...] hjá monnum var millum Fram og ÍFb. Verður hugt eftir stigatalvuni, so kundi roknast við einum greiðum sigri til Fram, men so varð ikki. ÍFb legði ógvuliga hart út. Verjuspælið hjá fuglfirðingum hevur altíð [...] vinna dystin 2-1. Fleyr leikti síðani móti ÍFa. Har var munurin greiður. Fleyr setti seg á dystin frá byrjan, og vann eisini rímiliga skjótt 2-0. Fram tapti aftur Næsti dysturin hjá Fram var ímóti Fleyr
knappliga bar alt til, og vit gjørdu semju, sum limirnir eru væl nøgdir við,« sigur hann. Semjan Semjan, sum partarnir hava gjørt, er soljóðandi: 1.Roknað frá 1. august 1998 fer avtalan frá 25. september 1992 [...] og HF-lærara til ummælis. 2.Flokkarnir 1.x og 1.y á Kambsdali halda hetta skúlaárið fram sum 1.x og 1.y. 3.Øll viðurskifti restina av skúlaárinum verða fingin í rættlag. Víst verður til hjálagda fylgiskjal [...] volt við verkfallinum. Hann sigur, at orðingin um, at málið skal sendast Yrkisfelagnum til ummælis, ikki merkir annað enn tað, sum nágreiniliga er definerað í orðinum ummæli. »Tað vil siga,« sigur Eilif
Í álitinum var millum annað eisini eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. Uppskotið varð tó ongatíð borið niðan í løgtingið. Hjálagda uppskot byggir í stóran mun á álitið frá 1990. Endamálið við lógini [...] Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir báðir løgtingsmenninir: Á sumri í 1989 samtykti tásitandi landsstýri at seta eina nevnd, hvørs setningur skuldi vera at fyrireika uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt [...] lønarsáttmálunum taka sær einans av tulkingarspurningum. Mett verður tí, at neyðugt er við einum arbeiðsrætti til tess at avgreiða mál, har spurningurin snýr seg um brot á sáttmálan. Í fakrættarligum vi
á ting týsdagin. Men ? uppskotið í álitinum frá 1990 kennir hann alt til, og líkist hetta nýggja uppskotið tí, er tað at meta sum ein rættilig avbjóðing til fakfeløgini. Gunnleivur vísir tó á, at tað er [...] hann kennir meiri nágreiniligt til málið, kann hann ikki úttala seg ítøkiliga. Hann vísir tó á, at tað eru tingmenn á uttasta høgravonginum, ið hava lagt uppskotið fram, og frá teirru síðuni kunnu fakfeløgini [...] fakfeløgini vænta sær alt, sum Gunnleivur tekur til. Hann vísir eisini á, at tá uppskotið frá nevndini kom fram í 1990, vóru øll fakfeløg ímóti. Ódámligt Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur ikki tað er rætt
rhevd og vísa í motivi og titli til grundleggjaranum av føroyskari myndalist. Yrkingar í fríum formi Tað er ein lætti at koma frá teimum ógvuliga bundnu sonettunum til yrkingarnar í fríum formi. Serliga [...] bendu formunum av navnorðum, lýsingarorðum og sagnorðum; afturfyri gevur tað høvi til at royna aðrar møguleikar til lítar. Líkskari 1951 Byggingin í bókini er tann, at fýra sonettur, tvær fremst og tvær [...] formi; hetta ger savnið regluligt og fjølbroytt í senn. ?Rammusonetturnar? hava heiti og motiv sítt frá einum málningi eftir S. J. Mikines (?Líkskari 1951?, sí: Bárður Jákupsson: Mikines 1990 s. 105). Umframt
neyðugar greiningar í sambandi við gjald til felag, sum leysgevur áhugaleikara til føroyskt ella útlendskt felag. Í sama føri biður FSF um heimild at boða feløgunum frá ásetingunum í rundskrivi. Í hinum førinum [...] góðkenning av leikarasáttmálum, sum tað er orðað í skránni til aðalfundin. FSF hevur í hesum sambandi bæði sent feløgunum uppskot til reglugerð og uppskot til standard sáttmálar. Reglugerðin Fótbóltssambandið vil [...] upp til, at ein sáttmálanevnd hjá FSF skal fáa heimild at umsita og góðkenna allar sáttmálar og øll viðurskifti í hesum sambandi. Nevndin skal mannast við FSF formanninum, einum løgfrøðingi og einum løggildugum
spælari, sum ikki hevur sáttmála, flytir til annað føroyskt ella til útlendskt felag. Spurningurin var t.d. umrøddur, tá Todi Jónsson í síni tíð fór úr Føroyum og til Lyngby. KÍ fekk einki endurgjald, tí formligu [...] verið heilt nógv feløg, sum ikki hava megnað at livað upp til krøvini. Tá hugsi eg um, at vit krevja, at tey skulu hava aðalfund á hvørjum ári, at roknskapurin skal grannskoðast, og at tey skulu koma við [...] farið so mikið varisliga til verka, at møguleikarnir fyri hesum eru minni, enn teir eru so nógva aðra staðni. Tíðaravmarkað Í fyrstu atløgu hevur FSF valt bara at geva loyvi til eitt ára sáttmálar. Í Danmark
nógv fyri at koma fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til hvat tað er, tá ið tú skalt fara upp um dalar og fjøll og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein [...] um Skarðið til Hellurnar og Oyndarfjørð í stormi og kavaroki? Tá skuldi sannur dugnaskapur og skil til. Á einum sinni, miðskeiðis í fimmti árinum, var boð sent eftir Emmu at koma norður til eina barnakonu [...] men skuldi dirvi og royndir til at leggja so nógv fyri. Sagt er eisini frá, at umstyringin á einum av bátunum var fyrigingin, so bakkast mátti tann líðilanga veg aftur til Fuglafjarðar. Sigast kann í dag
meðan vit so gingu, segði hann mær frá søgum, frá Flokksmonnum og illu Beintu í Miðvági og Eiriksboða og frá Vágardreinginum, ið tók gívrastakkin, men mest segði hann mær frá Sigmundi og Tróndi, og einki spældi [...] tikið eitt mansbarn til sín, og sera syrgin var hon, at hon kanska aldri slapp við inn í himin, tá ið hon andaðist, men skuldi koma aftur til huldfólkið í Reyninum. Tá ið hon segði frá øllum hesum forna [...] díkti, leyp eg oman, fór úr teimum donsku skónum, sum ikki toldu sjógv, leyp á berum skóleistum frá einum steini oman á sjógv, so at vatnið rakk upp um øklarnar og legði meg fram eftir rommum á ein stein
hevur Fiskirannsóknarstovan mestsum mælt til totalfriðing av landgruninum í vár. Tilmælið er at friða allan grunnin frá seks fjórðingum út í kantin frá einum øki vestan fyri Sandoynna, norður um og heilt [...] hoyra um partar av yvirlitstrolingunum. »Vit mugu fáa allan sannleikan at vita frá Fiskirannsóknarstovuni,« sigur hann. »Til dømis hevur Magnus Heinason gjørt stór hál, enntá sprongt trolið, sum vit einki [...] stórur toskur undir Føroyum, sigur vinnan nakað annað. »Haðani frætti vit beint tað øvugta,« sigur hann. »Og tað ger, at eg missi fyrimunin av at styðja meg til fiskifrøðingarnar.« Men okkurt er kortini, sum