Lat tað vera sagt beinanvegin, at Gunnleivur Dalsgaard ikki sjálvur hevði sæð uppskotið, sum teir báðir, Bjørn á Heygum og Óli Breckman, løgdu fram á ting týsdagin.
Men ? uppskotið í álitinum frá 1990 kennir hann alt til, og líkist hetta nýggja uppskotið tí, er tað at meta sum ein rættilig avbjóðing til fakfeløgini.
Gunnleivur vísir tó á, at tað er ein ávísur munur á, hvør tað er, ið leggur uppskotið fram.
? Stendur landsstýrið aftanfyri hetta uppskot, ella tekur ein meiriluti av løgtinginum undir við tí, er hetta beinleiðis at meta sum ein krígsavbjóðing, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Hann sigur tó, at fyrr enn hann kennir meiri nágreiniligt til málið, kann hann ikki úttala seg ítøkiliga. Hann vísir tó á, at tað eru tingmenn á uttasta høgravonginum, ið hava lagt uppskotið fram, og frá teirru síðuni kunnu fakfeløgini vænta sær alt, sum Gunnleivur tekur til.
Hann vísir eisini á, at tá uppskotið frá nevndini kom fram í 1990, vóru øll fakfeløg ímóti.
Ódámligt
Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur ikki tað er rætt, at ein bólklur av borgarunum, í hesum føri arbeiðarastættin, verður pilkað út og skal svara fyri einum serligum rætti, sum aðrir borgarar ikki skulu svara fyri.
Somuleiðis vísir hann á, at hetta, at brúka oljuvinnuna sum undanførslu fyri at leggja uppskotið fram, er einki annað enn hjáputur.
? Skulu oljumillióningar nú avgera lønina í Føroyum, so er hetta ein sera ódámlig gongd, sigur hann.
Gunnleivur vísir enn einaferð á, at hann ikki hevur havt høvi at kanna hetta nýggja uppskotið enn, men tað verður tað næsta, Starvsmannafelagið fer at gera. Tástaðni ber til ítøkiliga at gera viðmerkingar.
Hann heldur tó fast um, at verður hetta uppskotið samtykt soleiðis sum hann hevur skilt tað ? gjøgnum útvarpið og við gamla uppskotinum sum grundarlag ? so er hetta at rokna sum ein krígsavbjóðing móti fakfeløgunum