tiltøkum, sum hava verið alt hetta árið . Um dagarnar eru komin ikki færri enn trý bind av ”almennu” havnarsøguni umframt tey tvey bindini, sum eru komin frammanundan. Henda útgávan er enntá ikki liðug [...] hava tveir partar í Miðvikuni, sum koma at snúgva seg um tvær systrar í Havn, sum eisini eru ímynd av Havnini. Tær eru Anna Askham og Martha Matras. Anna man vera elsta fólk, sum hevur livað alla sína tíð [...] har tað higartil hava verið 128 partar av lívssøgu nógvum teirra, sum hava myndað Havnina, og sum eru jarðað í gamla kirkjugarði í Havn. Her er heldur ikki liðugt enn. Tvær systrar við 100 ára gamlari
fødd 17. september í 1930. Tær búsettust báðar í Klaksvík, hagar foreldrini fluttu í 1956. Hjørleif er føddur 13. januar í 1925. Foreldrini hjá honum vóru Turid og Jóan Magnus Høgnesen. Hon var úr Tunghúsinum [...] Vágsheygnum. Tey eru sera fyrikomandi at hitta. Bæði heima við hús og á arbeiðsplássinum. Tórgerð og Hjørleif eiga fýra børn: Turið, Eyð, Lív og Leif. Tey búgva øll í Klaksvík. Barnabørnini eru seks. Trúfesti [...] Hjørleif skúlabørnini uttan av Oyri til og frá skúlanum í Klaksvík. Skúlabørnini á Oyri eru hjartabørn hjá Hjørleifi, og tey eru góð við hann. Hann var kongaligur sjaførur, og hann hevur fingið medalju frá kongi
árum síðani stóð vøggan í Keldhúsinum í Hattarvík, hagar bæði foreldrini vóru tilflytarar. Mamman, Elsebeth Maria, var ættað av Kirkju. Foreldrini vóru Mikkjal á Fløtti og Johanne Fredrikka, sum var av Húsum [...] yvir á Kirkju, ein inn til Viðareiðis, ein í Horni í Klaksvík og tvær til Svínoyar. Tey eru mong kring landið, sum eru ættað frá hesum fimm døtrunum hjá Líggjasi í Keldhúsinum í Hattarvík. Onnur av teimum [...] umstøður at fara frá dagsins uppgávum, men í nógv ár vóru tey og børnini onkra vikuna í Hattarvík. Húsini eru framvegis í familjuni. Tá ið Elsebeth Maria og Símun Petur komu til Klaksvíkar, vóru tey rættuliga
Hóast Hjørleif er farin um tey áttati og Tórgerð í dag verður sjeytifimm, so eru tey bæði framvegis løtt upp á sporið, men nú eru tað sonurin og verdótturin, sum hava yvirtikið handilin Hjá Hjørleifi. Tórgerð [...] Tórgerð er ættað úr Keldhúsinum í Hattarvík. Foreldrini vóru Elsa Maria og Símun Petur Thomassen. Hon var av Kirkju, og hann var úr Svínoy. Tórgerð og Hjørleif Waag Høgnesen giftust í november í 1954. [...] gift Henry Mellemgaard úr Klaksvík, og Leif er giftur Maiken Sundskarð úr Klaksvík. Børnini og teirra eru mest sum hvønn dag inni á gólvinum á Vágsheygnum, og tað dámar Tórgerð sera væl. Hon eigur sjey ommubørn:
Tórbjørn er havnarmaður, foreldrini vóru Ása, f. Haraldsen, og Gunnar Mikkselsen. Tey settu búgv áTinghúsvegnum, Trapputrøðni, og har vuksu tey upp, systurin Sólvá, fór á ungum árum til Noregs, giftist [...] fráhaldsrørsluni. Tey eiga dóttrina Brynhild, fødd í 1964 og sonin Regin, føddur í 1968. Barnabørnini eru 6 í tali. Dagurin verður hildin í Losjuni á Tinghúsvegnum leygardagin 3. juni frá kl.10 14.
sum part av báðum bygdunum, og hann hevur seinnu árini verið eyðsýndur á politiska pallinum. Foreldrini eru Arnbjørg og Joen Jacob F. Jacobsen. Hon er úr Syðrugøtu - dóttur Suffíu og Joen Elias Gregersen [...] Napoleon á Glyvrum. Arnbjørg og Joen Jacob búgva á Glyvrum. Tórbjørn er elstur av fýra systkjum. Hini eru Valgerð í Klaksvík, Brandur í Gøtu og Birna, sum býr í Havnini. Uppvøksturin var í sjómannaheimi og [...] politisku fyrimyndunum, Finnbogi Ísakson, sáli, gjørdi tað. Politikkurin fyllir nógv, analytisku evnini eru góð, og tætta sambandið við mongd av fólki úr øllum samfelagsstættum og kring alt landið ber við sær
flutt aftur til Føroya. Men skal eg menna meg innan tónleikin, so má eg verða verandi í Danmark. Tað eru ikki teir somu møguleikarnir í Føroyum sum í Danmark, sigur Petsi. Hon hevur hópin av vinum og kennir [...] Niels Drevsholt. Hesin er víðagitin í Grand Prix høpi í Danmark, har hansara sangir fleiri ferðir eru endaðir millum teir fremstu. Petsi lærir at kenna Niels, og hon syngur eitt sindur fyri hann í sambandi [...] Prix. - Eg gjørdist rættiliga illa við. Men eg valdi at taka tað róliga og fór heim at tosa við foreldrini um hetta. Eg hevði allatíðina hug, og tá eg so hevði tosað við tey, so boðaði eg Niels frá, at
Lissencephaly. Tað eru einans umleið 1500 børn í heiminum, sum hava hesa sjúku. Ofta doyggja hesi børn, áðrenn tey gerast tvey ára gomul. Tá ið Megan Ham varð fødd, fingu foreldrini at vita, at dótturin
av hóskandi royndum; og so helst einum góðum kontaktneti eisini. Fyri ein mann sum Jan Zachariassen eru allir hesar fyritreytir uppfyltar. Tí kann tað neyvan undra tey ið kenna Jan at hann nú setir í gongd [...] hevur svenska konu; hon eitur Malin er rættiliga kend í Føroyum sum sangarinna og sangskrivari. Foreldrini hjá Malin, Ruth og Stig Almlöv, búðu nevniliga í Føroyum millum 1988 og 1990 í sambandi við eitt [...] Russ Taff á G! Tann 31 ára gamli Jan Zachariassen hevur viðvirkað á einum fleirtali av fløgum sum eru komnar út í Føroyum tey seinnu árini, umframt tveimum føroyskum fløgum frá Malin. Djinglur sum "Góðan
Løgreglan sigur, at tað er lívshættisligt at koyra so skjótt á prutli, tí tey eru ikki gjørd at koyra so skjótt, og bremsurnar eru heldur ikki gjørdar til at slíka ferð. Løgreglan sigur, at í slíkum førum [...] er ein stórur – og afturvendandi trupulleiki, at ungir dreingir liggja og rasa runt á prutlum, sum eru broytt so at tey koyra nógv skjótari enn loyvt er. Løgreglan sigur, at tað er javnan og savnan at tey [...] koyra skjótari enn loyvt er. Eigararnir fáa eisini bót, og so tekur løgreglan eisini eitt prát við foreldrini fyri at fáa tey at tosa við teir ungu dreingirnar um vandan í tí, at prutlini koyra ov skjótt.