Tað er ein stórur – og afturvendandi trupulleiki, at ungir dreingir liggja og rasa runt á prutlum, sum eru broytt so at tey koyra nógv skjótari enn loyvt er.
Løgreglan sigur, at tað er javnan og savnan at tey fáa fráboðanir frá fólki, sum ikki fáa náttarfrið fyri larmandi prutlum, sum liggja drøna eftir vegnum.
Av tí sama hevur løgreglan gjørt nokk so nógv burtur úr í seinastuni at kanna prutl, og tað gjørdi løgreglan aftur í gjár.
Hesa ferð tóku tey fýra prutl, sum øll koyrdu ímillum 64 og 90 kilometrar um tíman. Tað er tvær og tríggjar ferðir so skjótt, sum tey annars hava loyvi at koyra. Løgreglan sigur, at tað er lívshættisligt at koyra so skjótt á prutli, tí tey eru ikki gjørd at koyra so skjótt, og bremsurnar eru heldur ikki gjørdar til at slíka ferð.
Løgreglan sigur, at í slíkum førum taka tey pláturnar av prutlunum, og tann, sum eigur prutlið fær ikki pláturnar aftur, fyrr enn prutlið hevur verið til sýn so at Akstovan kann vátta, at tað ikki kann koyra skjótari enn loyvt er. Eigararnir fáa eisini bót, og so tekur løgreglan eisini eitt prát við foreldrini fyri at fáa tey at tosa við teir ungu dreingirnar um vandan í tí, at prutlini koyra ov skjótt.