Tónleikur hjá Justin Bieber hjálpir gentu við breki

Talan er um 11 ára gomlu amerikansku gentuna, Megan Ham, ið hevur lívshættisliga sjúku í heilanum. Hendan sjúkan ger, at hon hvørki fær gingið ella tosað. Sjúkan eitur Lissencephaly. Tað eru einans umleið 1500 børn í heiminum, sum hava hesa sjúku. Ofta doyggja hesi børn, áðrenn tey gerast tvey ára gomul.

 

Tá ið Megan Ham varð fødd, fingu foreldrini at vita, at dótturin nokk ongantíð fór at kenna tey av álvara. Heldur ikki fór hon at hava møguleika at vísa sínar kenslur. Men sambært foreldrunum hjá gentuni er annað lag komið á, síðani hon fór at lurta eftir heimskenda Justin Bieber.

 

Lærararnir hjá Megan varnaðust, at tá ið hon lurtaði eftir Justin Bieber, fór hon bæði at smíla og sparka smávegis við beinunum.

 

– Tónleikurin hjá Justin Bieber hjálpir henni serstakliga nógv. Hon gerst glað av at hoyra hann, og tað hjálpir henni at koma ígjøgnum sínar dagar.

Justin Bieber hevur eisini hoyrt tíðindini um hesa gentuna, og hann ætlar sær at vitja Megan Ham, tá ið hann fer at hava konsert í Portland, har Megan Ham býr, í oktober mánaði.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð