Tórbjørn Mikkelsen 70 ár

Leygardagin 3. juni verður Tórbjørn Mikkelsen, fyrrverandi stjóri á Toll- og
Skattstovuni, 70 ár.

Tórbjørn er havnarmaður, foreldrini vóru Ása, f. Haraldsen, og Gunnar Mikkselsen. Tey settu búgv áTinghúsvegnum, Trapputrøðni, og har vuksu tey upp, systurin Sólvá, fór á ungum árum til Noregs, giftist og býr í Skien og bróðurin Heðin, býr í C. Pløjensgøtu í Havn.
 
Liðugur við realskúlan fór Tórbjørn á Føroya Gjaldsstovu, Færøernes Opebørselskontor, sum stovnurin eisini kallaðist.
 
Hóast Tórbjørn virkaði á sama arbeiðsplássi frá tí hann fór úr skúlanum, hevur hann havt eitt fjølbroytt lív. Virkin í fráhaldsrørsluni, limur í losjuni "Støtt Viljen" síðan hann varð konfirmeraður, støðugt hin sami ferðigi og fryntligi losjumaðurin. 
 
Hondbóltsfelagið Kyndil, sum í vetur hevði 50 ár á baki, hevur verið eygnasteinur hansara. Hann er føddur í sama ári sum B36 varð stovnað, og uppvaksin á Tinghúsvegnum, ið kann sigast at vera vøggan hjá hesum felag, so tað er ein sjálvfylgja, at hann bleiv B36-ari. Var av frægu leikarunum í B36.
Tórbjørn hevur eisini verið kappingarstjóri innan fótbólt og hondbólt. Fleiri ár í hondbóltsnevndini hjá ÍSF. Í september 1970 vóru Eyðbjørg og Tórbjørn á hondbóltskongress í Madrid, at fáa føroyskum hondbólti altjóða viðurkenning. Á veg heim aftur 26. september 1970, datt flogfarið niður í Mykinesi. Tórbjørn kom skjótt fyri seg aftur eftir vanlukkuna, men Eyðbjørg fekk eina longri sjúkralegu. Nakað seinni fekk føroyskur hondbóltur altjóða viðurkenning.
 
3. juni í 2003 gav hennara hátign Margretha drotning Tórbjørn Mikkelsen, stjóra á Toll- og Skattstovu Føroya, Dannebrog riddaraheiðursmerkið.
 
Tórbjørn hevði 50 ára starvsdag 1. apríl 2003. Hann byrjaði sum skrivstovunæmingur á Færøernes Oppebørselskontor (nú Føroya Gjaldstovu) tann 1. apríl 1953, og starvaðist á Gjaldstovuni til 1987, varð tá varastjóri á Føroya Tollstovu. Í 1993 tá ið Føroya Tollstova og Líkningarráð Føroya blivu løgd saman, varð Tórbjørn varastjóri og síðani stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya. Hesi 50 árini var Tórbjørn við í sera nógvum arbeiði, ið hevur verið við til at menna stovnin. T.d. var hann við í bólkinum, ið fyrireikaði nýggja tolllóg og vøruskrá. Eisini hevur hann verið við til at menna tollkredittin.
Í 1971 varð Tórbjørn valdur í umboðsráðið hjá Havnar Sjúkrakassa og kom í nevndina í 1980. Hann bleiv valdur til formann í Havnar Sjúkrakassa í 1990, og var hann tað, til hann segði seg frá 28 apríl 1998, men ístaðin var hann valdur til nevndarlim. Hann hevur verið formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya síðan 1986. Hann er sostatt framvegis virkin sum samskipari í hesum tíðandi samfelagstátti, sum m.a. stendur fyri samráðingum við læknar í lønar- og øðrum málum.
Tórbjørn er formaður í Felagsnevnd Føroysku Fráhaldsfelaga. Hann var í redaktiónsnevndini av 100 ára ritinum hjá losjuni StøtViljen í 2005. 
Tórbjørn er giftur við Eyðbjørg, f. Joensen, sum eisini er virkin í fráhaldsrørsluni. Tey eiga dóttrina Brynhild, fødd í 1964 og sonin Regin, føddur í 1968. Barnabørnini eru 6 í tali. 
 
Dagurin verður hildin í Losjuni á Tinghúsvegnum leygardagin 3. juni frá kl.10 14.