hevði Kiel ikki vunnið í kvøld høvdu verið 10 stig á muni. Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru næstfremst í deildini við 34 stigum. Füchse Berlin vann á heimavølli í Max Schmeling høllini [...] Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava í kvøld vunnið ein glæsiligan sigur í týsku bundesliguni. Á heimavølli í Wunderino høllini í Kiel vann heimaliðið 31-29 á SC Magdeburg, ið er [...] ósigrað undan dystinum í kvøld. Í steðginum var Magdeburg á odda 12-10. Elias skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist). Kiel er nummar fimm í deildini við 32 stigum
Cup við Vali, og í kvøld hevur ein havnarmaður vunnið EHF European League. Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann í finaluni í EHF European League í Barclay høllini í Hamburg rættiliga [...] greiðan 36-31 sigur á liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, ið vann EHF European League í fjør. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Í steðginum var Flensburg á odda 15-14. Jóhan skoraði fimm [...] nakran nevniverdan leiklut í dystinum. Kevin Møller í málinum hjá Flensburg hevði munandi fleiri bjargingar enn málverjarnir hjá Berlin, og so brendi stórleikarin hjá Berlin, Mathias Gidsel eisini átta
mótmælisgonga í Berlin ímóti grindadrápi. Mótmælisgongan verður frá donsku sendistovun til tað kenda Brandenburger Tor. Tey, sum skipa fyri mótmælisgonguni kalla seg Aktion Fair Play Berlin, men tað skilst [...] skilst, at tey eru í hvussu so er samsint við Sea Shepherd, ið er í Føroyum í summar, tí tey vísa til felagsskapin og Sea Shepherd vísir hinvegin til mótmælisgonguna. Tey siga, at ætlanin er at mótmæli skal [...] Týskland setir bann fyri at innflyta springara og at allur heimurin skal seta bann fyri at hava springara í kørum og á søvnum. Tey kalla grindadráp ein blóðugan sjónleik, har sjálvt børnini fáa frí úr skúlanum
Tað er onki krav til, hvørja landsliðsblusu tú fert í - bara hon umboðar Føroyar Um tú onga landsliðsblusu eigur, ber til at keypa EM-blusuna frá Berlin í OY-sjoppini. Hon kostar einans 100 kr., og allir [...] Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY áðrenn HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia, ið verður leiktur í høllini á Hálsi, mikukvøldið klokkan 19. Fyrireikararnir skriva: [...] uppskriftina frá Berlin. Tí hava vit fingið Eyðun & Terja og RSP at hita okkum væl upp til dystin Andlitsmáling verður sjálvsagt eisini at fáa. Gevið gætur! Ókeypis atgongd, um tú ert í landsliðsblusu.
Í Max Schmelling høllini í Berlin eydnaðist tað ígjár Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna 32-29 á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel í dysti í bundesliguni [...] bundesliguni. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-14. Føroyingarnir skutu heili 17 mál í dystinum. Hákun skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Elias var stórskjútti. Hann skoraði 12 mál upp á 19 málroyndir [...] málroyndir, umframt at leggja upp til fýra mál. Í morgun løgdu vit út á in.fo ein samandrátt upp á tríggjar minuttir. Men nú er ein samandráttur upp á átta minuttir tøkur, ið vísir nógv fleiri støður og
Klokkan 17 verður fyrsti almenni dysturin leiktur í týskum hondbólti hetta kappingarárið. Í SAF Garden høllini í München hittast meistaraliðið, Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum á liðnum, og steypav [...] síðani fyrsta Super Cup dystin í 1994 verið stórsteypavinnari heilar 13 ferðir. Seinast var í 2023. Füchse Berlin hevur bert verið steypavinnari á einum sinni, men tað var so í fjør. Hákun og EIias hava sostatt [...] sostatt báðir roynt at vunnið Super Cup á einum sinni. Og í dag vinnur annar teirra Super Cup á øðrum sinni. Dysturin sæst á TV3 Sport, ið sæst á Televarpinum. Dysturin sæst eisini á Viaplay. Her eru týsku
Danska manslandsliðið í hondbólti er í innleiðandi bólki saman við Kekkia, Grikkalandi og Portugal í EM-endaspælinum í hondbólti og Týsklandi, og eru verandi HM-vinnararnir favorittar til at vinna EM-gull [...] Damgaard, SC Magdeburg Lasse Andersson, Füchse Berlin Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg Mads Mensah Larsen, Flensburg-Handewitt Mathias Gidsel, Füchse Berlin Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen Emil Madsen [...] EM-gull. Undan EM-endaspælinum spælir Danmark venjingardystir móti Noreg, Egyptalandi og Niðurlondum í Golden League kappingini. Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen hevur tikið út bruttohópin til
var sangferð uttanlands í páskafrítíðini í fjør. Tá gekk leiðin yvir Esbjerg til Prag, har kórið í samstarvi við kekkisk kór hevði konsertir – bæði inni í Prag og uttanfyri. Í heyst varð avgjørt at gera [...] eitt virkið blandað kór á Skálafjørðinum. Tað er í høvuðsheitinum mannað við kórsangarum av báðum ørmunum á Skálafjørðinum og venur í skúlanum í Runavík. Í kórinum syngja einir 35 sangarar, og kórleiðari [...] gera eina uttanlandsferð aftrat í páskafrítíðini í ár. Hesaferð gongur leiðin yvir Danmark til Berlin, har steðgað verður í fýra nætur. Ferðalagið fer við føroysku bussførarunum at telja 53 fólk Av teimum
stevnu í Berlin um vikuskiftið. Føroyingar fingu tvær virðislønir umframt nógva fjølmiðlaumtalu, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Føroyska ferðavinnan hevur á ferðavinnumessuni í Berlin fingið [...] ferðavinnufilm, og fyri ein faldara um gongutúrar í Føroyum. Ferðavinnustevnan, sum hildin hevur verið í Berlin um vikuskiftið, er afturvendandi tiltak, sum í nógv ár hevur verið hildin um hesa tíðina, greiðir [...] nær. Tí meðan messan var, varð stóra Tegel floghavnin í Berlin stongd júst orsakað av yvirgangshóttan. Tað verða onkrar stórar ferðavinnustevnur aftur í æstum, sigur stjórin á Ferðaráðnum. Men Ferðaráðið
Í kvøld klokkan 19.30 stendur slagið millum Føroyar og Noreg í EM-bólki D í Mercedes Benz Arena í Berlin. Noreg er greiður favorittur, men við 5.000 syngjandi og stuðlandi føroyskum fjepparum í rygginum [...] hava lagt leiðina til Berlin fyri at stuðla sínum landsliði, ið kappast í einum endaspæli á fyrsta sinni. - Tað er ógvuliga stuttligt, at so mong hava ferðast úr Føroyum til Berlin. Hetta verður eitt nýtt [...] kríggj, sigur norski stórleikarin, Sander Sagosen til stóra norska blaðið, VG undan dystinum í kvøld. Um dystin í kvøld sigur Gøran Johannessen (myndin) til VG: - Hetta kann gerast vandamikið. Um vit spæla