Elias og liðfelagarnir koppaðu risanum Magdeburg

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu eisini á heimavølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava í kvøld vunnið ein glæsiligan sigur í týsku bundesliguni.

 

Á heimavølli í Wunderino høllini í Kiel vann heimaliðið 31-29 á SC Magdeburg, ið er verandi Champions League vinnari, og sum var ósigrað undan dystinum í kvøld. Í steðginum var Magdeburg á odda 12-10.

 

Elias skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist).

 

Kiel er nummar fimm í deildini við 32 stigum. Teir eru seks stig aftanfyri oddaliðið, SC Magdeburg. So hevði Kiel ikki vunnið í kvøld høvdu verið 10 stig á muni.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru næstfremst í deildini við 34 stigum.

 

Füchse Berlin vann á heimavølli í Max Schmeling høllini 37-32 á Stuttgart. Í steðginum var Stuttgart á odda 16-13, sostatt vann Füchse Berlin seinna hálvleik 24-16.

 

Hákun fekk einki at arbeiða við úti í veinginum fyrrenn seinastu 13 minuttirnar av dystinum, men tá var hann effektivur. Hákun fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Hákun legði eisini upp til eitt mál, og hann vann í einum føri bóltin frá Stuttgart, tá teir vóru í álopsstøðu. Tað er eitt sonevnt "Steal".

 

Ígjár vann liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf á heimavølli 30-25 (14-11) á HSF Wetzlar.

 

Hannover-Burgdorf er nummar níggju í deildini við 22 stigum.